Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

4 bytes løgd afturat ,  5 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
[[Mynd:Bahnstromleitungsmast.jpeg|thumb|right|180px|Av trygdarávum hanga háspenningarkáplarnir á høgum mastum. Ein harður ravmagnsstoytur kann bæði lemja og drepa.]]
'''Ravmagn''' er orkukelda, sum drívur t.d. maskinur og gevur okkum hita og ljós. Tað eru elektrónir, smáir bitlar, sum koma frá [[Atom|atomunum]]. Hvør elektrón hevur eina heilt lítla elektriska løðing - eitt sindur av ravmagni. Eitt snarljós, sum fer eftir luftini ella slær niður, er eitt tað greiðasta dømi, vit hava um ravmagnsvirksemi. Ravmagnið er annars ósjónligt, men tað arbeiðir óført fyri okkum alla tíðina. Tá ið vit t.d. tendra eina ravmagnslampu, fara umleið ein millión milliónir elektrónir gjøgnum peruna um sekundið. Ravmagnið fer í hús og verksmiðjur í leiðingum, sum liggja inni í loftum og veggjum og tryggja, at ravmagnið streymar, tá ið vit tendra slitilin. Ravløð fáa megi frá evnatilgongdum og goyma ravmagnið, so at tað kann flytast. Sólarkyknur taka orku frá sólini og gera hana til ravmagn. Ravmagnið ger eisini tey bákn, sum varpa [[sjónvarp]]s- og [[útvarp]]ssendingar, og tað fær eisini [[teldur]] at arbeiða. Ravmagnið fer í hús í leidningum, sum fyrr hingu í pellum. Nú eru teir vanliga niðurgrivnir. Summi ravmagnsverk brekka [[Olja|olju]] ella [[kol]], og summi brúka kjarnorku. Streymnýtsluna mála vit í kilowatt-tímum (kWh).
 
Ravmagn er í tveimum líkum: streymur, sum fer runt í leidningum, og støðuravmagn, sum er staðbundið, til dømis í einum kambi. Ravmagnið streymar úr kraftstøðini til eitt tól ella lampu og aftur hagar, tað kom. Gníggjar tú eina ballón móti troyggjuni, tekur ballónin eyka elektrónir til sín og verður negativ. Henda løðing verður rópt støðuravmagn, tí at hon ikki flytur seg. Hon kann taka til sín smá pappírspetti ella hár. Tvey sløg eru av ravmagnsløðingum: positivar og negativar. Sum oftast eru líka nógvar í einumhvørjum tilfari, so at tær ganga út móti hvør aðrari. Tilfar, sum letur streymin ganga, verður rópt leiðari. [[Metal]] og [[kopar]] flest eru leiðarar. Streymurin gongur gjøgnum metalini, tí at elektrónirnar sita leysar og kunnu flytast. Allir leiðarar hava eina ávísa mótstøðu, ið vendir móti streyminum. Mótstøðan minkar í einki, tá leidningurin verður nógv køldur. Leiðarin er nú vorðin ein serleiðari, har ið streymurin kann ganga, men við ongari mótstøðu. 
Avbyrgjarar, t.d. papp og plast, loyva ikki streyminum at ganga, tí elektrónirnar eru fastari bundnar at atomkjarnanum. Ravmagnið krevur, at leidningarnir halda fram, at streymurin skal ganga. Hetta eitur ein ravmagnisringur. Fer ringurin, steðgar streymurin. Smáir og stórir ravmagnsmotorar driva nógv sløg av maskinum. Í motorinum er ein snælda, sum situr í einum sigulsøki. Tá ið streymur fer gjøgnum snælduna, noyðist hon at mala. Ravmagns-gerar gera streym úr røringarorku, tá ið ein spoli snarar millum pólarnar í einum sigli. Einfaldar, smáir gerar, sum til dømis gera streym til eina súkklulykt, eita dynamo ella máttlar. Stóru gerarnir á ravmagnsverkunum snara við guvutyrlum við guvu frá olju- ella kolbrennarum. Teir gera heilt stórar nøgdir av ravmagni.