Munurin millum rættingarnar hjá "Annika Hoydal"

Content deleted Content added
Linja 5:
Annika er fødd í [[Tórshavn|Havn]], hon er dóttir føroyska rithøvundan og politikaran [[Karsten Hoydal]] og donsku Marie Louise Hoydal, fødd Falk-Rønne. Hon hevur tríggjar brøður: [[Gunnar Hoydal|Gunnar]], [[Kjartan Hoydal|Kjartan]] og Egil. Hon er uppvaksin í Føroyum og í [[Ekvador]] í [[Suðuramerika]], har familjan búði í nøkur ár. Seinni hevur hon eisini búð í [[Spania]] og [[Skotland]]i. Í [[1973]] var hon útbúgvin sum sjónleikari á [[Statens Teaterskole]], men hennara royndir sum sjónleikari byrjaði longu í [[1960-árunum]] við studentakabaret í Hoydølum, og í 1968 spældi hon við í í ”Færinger frænder” á Fiolteatret í Keypmannahavn.
 
Hon hevur búð í [[Keypmannahavn]] í nógv ár og er kend í øllum Norðanlondum og í Týsklandi sum sjónleikarinna. Hon hevur eisini verið sera virkin sum songkvinna. Í 1973 útgav hon plátuna ''Til børn og vaksin'' við barnasangum, sum [[Hans Andrias Djurhuus]] hevur yrkt. Henda útgávan var útgivin sum CD í 1998. Annika luttók í [[Dansk Melodi Grand Prix 1979]] við sanginum "Aldan", sum hon sjálv hevði gjørt lag til, og sum bróðir hennara [[Gunnar Hoydal]] hevur yrkt.<ref>[http://heima.olivant.fo/~finnur/tekst/aldan.htm Privat hjemmesideheimasíða medvið tekstenteksti til sangensangin ''Aldan'']</ref> Sangurin gjørdist nummar fýra.
 
Í [[1966]] sang hon á fyrsta sinni við ''Harkaliðnum'' í Føroyum. Tey gjørdust sera vælumtókt og eru enn virkin av og á, tó við broyttari manning: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Mohr Hansen og Kaj Johannesen.