Munurin millum rættingarnar hjá "Øl"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 140 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q44 (translate me)
sNo edit summary
Linja 2:
'''Øl''' ella '''bjór''' verður bryggjað úr vatni og byggi, og humli latin í fyri smakkin. Byggið verður sett á blót og spírar til malt, sum verður hitað og málið í vatni. So gerar tað í stórum kørum. Seinni búnast ølið og verður sílað, áðrenn tað verður latið í fløskur. Í mong túsund ár hava fólk bryggjað øl. Øl er ein gamal drykkur, sum í dag verður framleiddur kring allan heimin. Í [[Egyptaland]]i bryggjaðu tey øl fyri umleið 6.000 árum síðan. Eisini í Føroyum hava vit bryggjað øl í nógv ár. Í 2011 varð lógin í [[Føroyum]] broytt, so nú ber til at keypa øl, sum er sterkari enn 5,8% í [[Føroyum]]. Lógin hevur virknað frá 1. apríl 2012, men av tí at 1. apríl er ein sunnudagur, og Rúsan er stongd tá, so verður tað 2. apríl, at sterkar ølir kunnu keypast í Føroyum <ref>[http://aktuelt.fo/grein/ivi_um_olheimildina Aktuelt.fo, Ivi um ølheimildina]</ref>.
 
Øl er ein landbúnaðarvøra; ein geraður drykkur, ið verður framleiddur úr malti, sum er [[korn]] (bygg, [[hveiti]], havri, rug, [[mais]] ella [[rís]]), vatni, humlu og ger og kanska okkurt krydd afturat. Kornið verður bloytt í vatni, til tað byrjar at spíra. Síðani verður tað turkað og snerkt til malt. Ein suppa verður kókað úr søta maltinun og verður kryddað við fruktkendu og beisku humluni og øðrum kryddi. At enda verður alt kølt niður, og ger latið í fyri at gera sukurið til alkohol og kolsýru. Henda tilgongd tekur vanliga eina til fimm vikur. Síðan verður ølið goymt. Og tað kann taka frá nøkrum fáum døgum til mánaðir alt eftir, hvat slag av øl talan er um. At enda verður ølið sílað, hitaviðgjørd og tappað. Umleið 90 % av eini øl er vatn.
 
== Alkohol ==