Munurin millum rættingarnar hjá "Mads Andrias Winther (1871)"

Content deleted Content added
bólkar + meira tekst
No edit summary
Linja 2:
 
'''Mads Andrias Winther''' (føddur [[23. november]] [[1871]] á [[Sandur|Sandi]], deyður [[8. februar]] [[1923]] á Sandi) var ein føroyskur politikari og rithøvundur. Hann var borgarstjóri í Havn frá 1909 til 1913. Hann var løgtingslimur 1904-1923, tey fyrstu árini var hann valdur inn í Suðurstreymoyar valdømi (1904-18) og tey seinnu árini í Sandoyar valdømi (1918-23). Hann varð valdur inn fyri [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisflokkin]], eftir at hann varð stovnaður í 1906.
 
Hann var undangongumaðurin og formaðurin í [[Havnar Bóltfelag]] tá tað bleiv stovnað í oktober [[1904]].
Mads Andrias fór til Havnar at ganga í realskúla bert 9 ára gamal. Eftir loknan skúla starvaðist hann í tvey ár hjá Sorinskrivaranum, síðan flutti hann heimaftur til Sands eina tíð tí honum longdist so illa til heimbygdina, har tókst hann við fyrifallandi arbeiði. Síðan fór hann á heysti 1890 á Vallekilde háskúla í [[Danmark]]. Eftir háskúlan flutti hann heimaftur til Sands, har hann búði eina tíð, og so flutti hann til Havnar, har hann fekk starv hjá Sorinskrivaranum og frá 1899 til 1916 var hann fulltrúi har. Í 1916 fekk hann starv sum sýslumaður á Sandoynni og flutti tí aftur til heimbygdina at búgva. Árini í Havn var hann sera virkin innan politiska og samfelagslívið har. Hann var undangongumaðurin og formaðurin í [[Havnar Bóltfelag]] tá tað bleiv stovnað í oktober [[1904]]. Hann var eisini virkin í Havnar Ungmannafelag, og nógv av tí, ið hann skrivaði, kom út í blaðnum hjá Havnar Ungmannafelag, sum nevndist Baldursbrá. Harumframt skrivaði Petur Alberg niður fleiri av søgunum, ið Mads Andrias fortaldi munnliga í felagnum. Tað mesta av tí ið Mads Andrias skrivaði, varð útgivið eftir deyða hansara í Úrvalsrit, sum kom út í 1932.
 
== Útgivið ==