Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 408:
=== Dýralívið ===
[[Mynd:Ours_brun_parcanimalierpyrenees_1.jpg|thumb|right|250px|Á fjøllunum eru bæði bjarnir og úlvar, men kortini er ikki so nógv til av teimum nú sum fyrr.]]
Mong [[dýr]] í Noregi hava lagað seg eftir arktiskum veðurlagi - jervur, læmingur, reinsdýr, fjallrevur[[fjallarevur]] og [[snjóugla]], sum eru norðast og hægst á fjøllum. Í skóginum eru t.d. [[hara]], revur og [[elgur]]. Har byggja rovfuglar, til dømis [[falkur]], [[heykur]] og [[ugla]], og smáfuglar í stórum tali. Sunnari í landinum, har veðurlagið er lýggjari, eru [[grevlingur]], stálormur og rádýr. Við strondina er vaðfuglur, [[Sjófuglar|sjófuglur]] og [[Mási|másafuglur]], og í sjónum er sumstaðni [[hvalur]] og kópur. Nógvastaðni fram við sjónum eru fuglabjørg, har bjargafuglur og svartfuglur byggir í meingi. Vantandi føði av ovurfiskiskapi, oljudálking og umhvørviseitran hevur borið við sær, at bjargafuglurin síðan miðskeiðis í [[1970-árini|sjútiárunum]] er minkaður í stórum.
 
[[Bjarnir]]nar í Norra verða alsamt færri, meðan talið á [[Úlvur|úlvum]] økist. Tað vísir ein frágreiðing frá Rovdata í 2013 <ref>http://www.rovdata.no/Nyheter/Nyhetsartikkel/tabid/3764/ArticleId/2121/Registrerte-faerre-bjorner-i-fjor.aspx</ref>. Í 2012 vóru 137 bjarnir í Norra, og var tað ein afturgongd, samanborið við 2011, tá tær vóru 151 í tali. Í 2010 vóru 166 bjarnir í Norra. Hinvegin verða úlvarnir alsamt fleiri í tali, og í 2013 er talið mett til at liggja millum 64 og 77, samanborið við tølini fyri einum ári síðani, tá teir vóru millum 56 og 64 í tali <ref>http://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Flere-ulver_-farre-bjorner-7217675.html#.Uazko9L0GGUhttp://www.aftenposten.no/nyheter/iriks/Flere-ulver_-farre-bjorner-7217675.html#.Uazko9L0GGU</ref>.
 
== Mentan ==