Munurin millum rættingarnar hjá "Svalbarð"

1 byte lagt afturat ,  5 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s
s
|}
 
'''Svalbarð''' (á [[Norskt mál|norskum]] ''Svalbard'') er [[Noreg|norskur]] oyggjaflokkur norðuri í [[Íshavinum]]. Svalbarð hevur umleið 2650 íbúgvar. Størstu búplássini eru [[Longyearbýur]]in, [[Barentsburg]] og [[Ný Ålesund]]. Skúlar eru á teim flestu búplássunum. Fyrr var stór loðdýraveiða í [[oyggj]]unum, men einasta vinna nú er námsvinna. [[Russland|Russar]] hava nøkur kolanám í [[Spitsbergen]]. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs. 60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í [[arktis]]kum veðurlagi. Bara [[dýr]], sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: [[hvítabjørn]], [[roysningur]], [[tjúrur]], [[kópur]], [[rípa]], [[fjallrevurfjallarevur]] og [[svalbarðsrein]]. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti.
 
Fleiri lond hava troytt náttúruríkidømi í og undir Svalbarði, men í [[1920]] fekk [[Noreg]] yvirvaldsrættin, tá ið [[Svalbarðssáttmálin]] var gjørdur. Í Svalbardtraktatini verður staðfest, at [[Norra]] hevur fullan og órørligan hægstarætt yvir Svalbard, at Svalbard er ein partur av kongríkinum Norra, og at tað er Norra, sum tryggjar, at lógirnar, sum fevna um oyggjabólkin verða hildnar. Eisini verður staðfest, at borgarar og feløg úr øllum londunum, sum hava skrivað undir traktatina hava javnbjóðis rættindi til fiskiveiðu og alt slag av sjóvinnu-, ídnaðar-, náms- og handilsvirksemi á oyggjunum. Hetta hava m.a. russar gjørt brúk av í [[Barentsburg]] og hava útvegað [[Russland]]i fótafesti á Svalbard. Øll árini síðani traktatin varð undirskrivað hevur Norra rikið námsvinnu á Svalbard, og hetta hevur verið grundarlagið undir búsetingini í [[Spitsbergen]].