Munurin millum rættingarnar hjá "Reindýr"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "{{Taxoboks | color = brown | status = LC | status_ref = <big>/ Ikki Hótt</big> <ref>http://www.iucnredlist.org/details/899/0</ref> | name = Rei..."
 
Linja 33:
Reindýr eru í [[Kanada]], [[Alaska]], [[Aleutoyggjar|Aleut]], [[Washington]], [[Idaho]], [[Noreg]]i, [[Finnland]]i, [[Ísland]]i, [[Sámaland]]i, [[Siberia]], [[Russland]]i, [[Mongolia]] og á bæði [[Svalbarð]]i og [[Grønland]]i. Í Grønlandi ella ''Kalaallit Nunaat'' er reinin á vesturstrondini frá Paamiuut til Upernavik, eisini í Inglefieldslandi, hagar hon verður hildin upprunaliga at vera komin úr Nunavut í Kanada. Reindýr hevur áður verið í Landnyrðingsgrønlandi, ''rangifer tarandus eogroenlandicus'', men hon doyði út seinast í [[19. øld]]. Tær vóru minni og verða hildnar upprunaliga at vera komnar av Svalbarði í Noregi. Í 1952 vórðu reindýr flutt úr Noregi og slept á eina oyggj í [[Nuuk]]firði í Grønlandi. Hvørki í [[Føroyum]] ella á Íslandi hava nakrantíð verið vill reindýr, men tey hava fleiri ferðir verið slept í Íslandi, fyrstu ferð í 1771 (3 úr Finnlandi á Hlíðarenda í Fljótshlíð), aðru ferð í 1777 (23 úr Noregi á Hvaleyri við Hafnarfjørð), aftur í 1784 (35 úr Finnlandi á Eyjafjørð), og seinast í 1787 (35 úr Finnlandi á Vopnafjørð). <ref>http://www.sgisland.gs/download/SG%20reindeer%20management%20methods%20summary%20report.pdf</ref><ref>http://septentrio.uit.no/index.php/rangifer/article/view/500</ref> Nú eru reindýrini á Eysturlandinum, mest eystanfyri Vatnajøkull og í ein landnyrðing úr Vatnajøkli. Stívliga 3000 reindýr eru í Íslandi í juli 2013. <ref>http://www.internationaladventure.com/iceland/reindeer.html</ref>

 
Tann uppslepti reindýrastovnurin í [[Grønland|Eysturgrønlandi]] trívist yvirhøvur væl og var 118.000 dýr í 2010 <ref>Kolpashikov, L.; Makhailov, V.; Russell, D. (in press). "''The role of harvest, predators and socio-political environment in the dynamics of the Taimyr wild reindeer herd with some lessons for North America"''. Ecology and Society.</ref><ref>http://septentrio.uit.no/index.php/rangifer/article/view/347</ref> Stovnurin er fyri stórum broytingum, tí at hagin verður ov nógv bitin, og tí at vánalig ár hava verið uppímillum, t.d. minkaði stovnurin ógvisliga í [[1980-árini|1980-árunum]]. Allastaðni, har ið reindýrið heldur til, verður lendið uttanum friðað. Tá dýrini hava bitið alt niður og flyta til nýggj øki, flytur friðingin við. Av tí at afturgongdin tey seinastu 30 árini hevði verið so stór, vórðu vill reindýr alfriðað í Vesturgrønlandi frá 1. august í 1993. Fyri hetta var veiðitíðin í Vesturgrønlandi 1. aug. til 1. okt. og í Norðurgrønlandi 1. sept. til 1. nov. Ongantíð skuldu fleiri dýr verða veidd, enn etin vórðu, t.e. 10.000-20.000 tom reindýr um árið til fólkamat. Í [[Ísland]]i verða 500-1000 reindýr skotin um árið til [[Matur|matna]], tey eru tó løgd undir kvotu, sum verður ásett á hvørjum ári. Veiðitíðin er 1. aug. til 15. sept. Reindýraskinn er heitasta tilfar, sum til er, til soviskinn.
 
Fram við Íshavinum í [[Siberia|Vestursiberia]] tíðnar kavin ógvuliga seint; har er frost einar 8 mánaðir av árinum, og jørðin er altíð botnfryst, so vatnið sleppur ikki at seta niður ígjøgnum; har eru tí stórar mýrar við nógvum vøtnum; hesar mýrarnar nevna russar ''tundra''. Hópur av reindýrum gongur í mýrunum. Ofta eru tey illa stødd av mýggjabitum, sum stinga so illa, at tey vita sær einki til ráða at taka uttan leypa á áir og vøtn og liggja har í langa tíð, bert múlanum uppundan. Fólkið, sum býr har norðuri í Vestursiberia, nevnist [[samojedar]]; teir liva fyri tað mesta av reindýrahaldi og reindýraveiðu. [[Sámar]] hava búð í [[Sápmi]] síðan okkara tíðarrokning byrjaði. Hesi fólkini hava eisini veitt reindýr í øldir. <ref>http://www.jstor.org/discover/10.2307/278435?uid=3739560&uid=2&uid=4&uid=3739256&sid=21104763082887</ref> Teir vóru friðarlig veiðifólk, ílatin reinskinnklæði, sum fluttu stað úr stað.
 
== Undirsløg ==