Munurin millum rættingarnar hjá "Íslendskt mál"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
bólkur
No edit summary
Linja 20:
 
Fyrstu øldirnar hendir valla tað nógva málinum viðvíkjandi í hesum nýbygdu londunum. Føroyingurin, íslendingurin og [[Hetland|hetlendingurin]], sum hittust um ár 1000, mundu uttan størri tvørleika skilja hvør annan. Men sum øldir liðu fleiri, tók málið at broytast í ljóði, soleiðis at smátt um smátt sprettur íslendskt úr [[Norrønt|norrønum]] og [[Føroyskt mál|føroyskt]] úr somu rót. Stóra broytingarskeiðið verður ofta sett til hvarvið 1300 til 1500. Kemur tú í einum teksti fram á [[orð]] sum til dømis "blað", "bátur" ella "vík", so heldur tú ivaleyst tekstin at vera føroyskan. Men tað er ikki vist, at hann er føroyskur. Hann kann eins væl vera íslendskur. Men biður tú eitt íslandskt og eitt [[Føroyskt mál|føroyskt]] fólk lesa hesi 3 orðini upp, so hoyrir tú mun alt fyri eitt.
 
== Málføri ==
 
Skulu vit tosa um [[bygdarmál]] (fø. ''málføri'', ísl. ''mállýskur'') í [[Ísland]]i, er fyrst at siga, at munurin á málinum í teimum ymsu pørtunum av landinum er lítil. Tann munur ið er, er fyrst og fremst í framburðinum. Skilt verður t.d. ímillum harðmæli á Norðurlandinum (frá Héraðsvötnum og eystur í Vopnafjörð) og linmæli aðrastaðni í landinum. Í harðmæli eru k, p og t fráblást í innstøðu aftan á langt sjálvljóð, meðan tey eru ófráblást í linmæli, ljóðskrivað ávíkavist [kʰ, pʰ, tʰ] og [b, d, g]. Ein partur av harðmælisøkinum, serliga Eyjafjarðarsýsla, hevur raddað ljóð undan p, k og t; dømi vanta [vantʰa], lampi [lampʰi], hjálpa [jaulpʰa], meginparturin av landinum hevur óruddaðan framburð, t.d. [vandta], [lambpi] og [jaulbpa].
 
== Sí eisini ==