Munurin millum rættingarnar hjá "Ídnaðarkollveltingin"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:Q2269
Linja 12:
== Onnur ídnaðarkollveltingin ==
Onnur ídanðarkollveltingin hevði við sær, at umstøðurnar hjá arbeiðandi fjøldini batnaði. Gerandisdagurin gjørdist lættari og fátækradømi minni. Matur varð fluttur úr einum heimsparti í annan. Hesin flutningur var við skipum, ið høvdu serliga kuld
alast, so maturin ikki spiltist. Síðani varð vøran flutt í land og send víðari við toki til meginlandið. [[Ravmagn]] gav betri orku enn gúvuorka. Hetta hevði við sær, at verksmiður byrjaðu at gera hjálparamboð í hópatali. Londini blivu knýtt tættari av ídanðarkollveltingini, ikki bara tí at tað komu gúvuskip, ið sigldu skjótari í øllum veðri. Tað vóru telegrafurin, telefonin og útvarpið, sum gjørdu, at boð kundu sendast skjótt millum lond.
Avleiðingar av ídnaðarkollveltingini eru at síggja allastaðni í dag. Næstan alt, sum vit brúka er gjørt á virkjum, har er tað bæði bíligari, lættari og í nøkrum førum betri vørur. Nøkur dømi kundu verið teldur, sum vit brúka næstan hvønn dag, klæði, bilar o.sfr.
Framleiðsla á virkum fer ofta illa við náttúruni. Framleiðslan av vørunum hevur ofta dálkað illa. Eisini verða nógv fólk søgd úr arbeiði, tí maskinurnar klára at gera næstan alt arbeiðið.
 
Ídnaðarkollveltingin hevur ment heimin til tað hann er í dag, bæði uppá gott og ringt, t.d. so er ídnaðarkollveltingin ein orsøk til okkara nýmótans og framkomna samfelag. Henda seinna ídnaðarkollveltingin gav fólkinum fleiri pengar millum hendurnar og arbeiðandi fólkið byrjaði at fáa fleiri rættindi. Tøknin mentist eisini. Tøknin, sum vit kenna í dag er ein avleiðing av ídnaðarkollveltingini. Tíverri førdi henda seinna ídnaðarkollveltingin eisini stóra dálking við sær. Kol og olja varð nýtt á verksmiðjunum, t.d. brúkti ein vanlig verksmiða tvey tons av koli uppá 15 tímar.
 
== Keldur ==