Munurin millum rættingarnar hjá "Bolivia"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 52:
Eini 70 % av fólkinum eru [[aymaráindiánar]] og [[quechuaindiánar]], sum búgva á vindbarda háslættanum, nevndur ''altiplano''. Teir eiga ikki meiri jørð, enn at teir so dánt fáa dyrkað so mikið, at teir breyðføða seg og síni. Kalt er á hálendinum í Bolivia. Jørðin er kørg, og nógvastaðni eru epli einasta grøði, ið veksur.
 
[[Aymaráindiánar]] hava tronglig kor, og arbeiðsdagurin er strevin, hvørki [[ravmagn]] ella vatn er lagt inn í húsini. Flestu fólk eru fátækir bøndur, sum dyrka epli, mais og bygg og hava nakrar kýr, seyðir, lamur og høsn. Úr lamuullini virka teir heit klæði, og lamutøðini verða nýtt til brenni. [[Aymaráindiánar|Aymarákonurnar]] og genturnar ganga undir myrkagrønum, svørtum ella brúnum hatti. Mangir [[aymaráindiánar]] ganga í plastskóm, nevndir ojotas.
 
=== Átrúnaður ===