Munurin millum rættingarnar hjá "Antarktis"

Content deleted Content added
Rotlink (kjak | íkøst)
s fixing dead links
Linja 10:
Suðurkollur er einasta meginland, har fólk ongantíð hevur búsett seg - einastu fólk, ið eru har, eru granskarar, ið granska til dømis jarðfrøðina, veðurlagið og lofthavið uppi yvir Suðurkolli.
 
Bara um 1200 fólk eru á Suðurkolli um veturin; um summarið eru um tríggjar ferðir so nógv fólk. Øll eru vísindafólk og granska, og 46 granskingarstøðir eru spjaddar um alt meginlandið. Øll hús eru ógvuliga væl bjálvað fyri nógva kuldanum, og nøkur eru grivin niður í ísin, har tað lívir betur, serliga í vindi. Dieselmotorar gera [[ravmagn]] til húsini, og allar støðir hava nóg mikið niður fyri av [[Olja|olju]], [[Matur|mati]] og aðrari útgerð til í minsta lagi eitt ár, skuldi ikki verið komandi fram til teirra fyri veður.
 
Granskarar úr øllum heiminum koma til Suðurkoll at granska veðurlagið, jarðfrøðina og sjáldsama [[dýr]]a- og plantulívið. Av elligomlum grótsløgum fæst vitan um menning jarðarinnar í jarðfrøðiligari fornøld, og mongu torusteinarnir, sum eru dotnir niður á ísin, geva granskarum upplýsingar úr rúmdini.
 
Vísindafólk bora niður ígjøgnum ískappan og taka kjarnan upp, soleiðis kunnu tey granska broytingar, sum hava verið, í veðurlagnum.
 
 
== Myndir ==