Munurin millum rættingarnar hjá "Vár Berghamar Jacobsen"

Content deleted Content added
nýggj síða
 
um Jól í grannalagnum
Linja 1:
'''Vár Berghamar Jacobsen''' (fødd [[1964]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] leiklistafrøðingur, sjónleikari<ref>[http://nordlysid.fo/undrid+i+1914+tad+fyrsta+foroyska+yrkingasavnid.html nordlysid.fo]</ref> og ummælari<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/09/11/orsaka-vit-ummla-leikin-mentanarkafini kvf.fo - Orsaka! Vit ummæla leikin á Mentanarkaféini]</ref> úr [[Tórshavn|Havn]]. Hon er dóttir rithøvundan [[Steinbjørn B. Jacobsen]]. Vár hevur spælt við í fleiri barnasjónvarpsrøðum hjá [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]], t.d. í jólakalendarum.

Vár hevur eisini virkað sum dómari í t.d. teknikappingum hjá Fólkaheilsuráðnum.<ref>[http://www.folkaheilsa.fo/triggir+ungir+teknarar+fingu+virdislon+i+teknikapping_nuof.html folkaheilsa.fo]</ref> Til tíðir er hon eisini upplesari í útvarpinum. Maður hennara er [[Páll Danielsen]], sjónleikari. Í 1999 kom fløgan Søguskrínið út, har tey bæði lesa søgur.<ref>[http://rateyourmusic.com/release/album/var_jacobsen__pall_danielsen/soguskrinid/ rateyourmusic.com]</ref>
 
Vár hevur eisini skrivað jólakalendaran og sangleikin, ''Jól í grannalagnum'', sum hon skrivaði í 2007, beiggi hennara, [[Kári Jacobsen]], gjørdi tónleikin, [[Finnur Hansen]] stóð fyri tí tekniska.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/29/kringlan-um-jl-kvf-amnesty-og-jl-5a kvf.fo - Kringlan: Um jól í KVF, Amnesty og Jól í 5.a]</ref> ''Jól í grannalagnum'' var spældur í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í desember 2013. Vár greiddi frá í morgunsendingini hjá útvarpinum, hvussu hon fekk íblástur til søguna. Hon skrivaði leikin í august, tá alt var summarligt, men hon gekk túrar í Viðalundini í Havn hvønn morgun, og fekk íblástur har. Hon spældi sær við orðinum ''at granska'', har var ein granskari, sum var ein kona og ein granskoðari, sum var maður hennara. The Grand Old Lady og the Grand Old Man vóru eisini persónar í søguni, og tey áttu ein Grand Danois hund, sum høvdu orðið gran í navninum ella eyknavninum. Jólaperur vóru keyptar á Grand Canaria, og Grand Canyon var eisini nevnt. Og so var ein ljósasløkkjari í søguni. Høvuðspersónarnir eru tvíburðar og verða nevndir Stjørnuskotið.
 
== Keldur ==
Line 10 ⟶ 14:
[[Bólkur:Føðingar í 1964]]
[[Bólkur:Føroyskir sjónleikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar]]