Munurin millum rættingarnar hjá "Fólkaræði"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Democracy_claims_2.PNG|thumb|right|250px|Land við fólkaræðisligari stýrisskipan við sjálvsmynd.]]
'''Fólkaræði''' er ein stýrisskipan har ið fólkið við fólkavaldum umboðum hevur politiskt vald. Fólkaræði eitur á [[Grikskt mál|grikskum]] ''demokrati''. Demokrati er sett saman av ''demos'', sum merkir fólk, og ''kratia'', sum merkir stýri, ræði ella veldi. Í einum fólkaræðisligum samfelagi hava allir landsins borgarar atkvøðurætt. Har ið fólkaræði er, ræður meirilutin, men hugsar tó um áskoðanina hjá minnilutanum. Fólkaræði er eisini, at øll eru líka fyri lógini, og at øll hava frítt at skriva, tala og hugsa innan lógarinnar karmar. Í [[Føroyum]] og í [[Grønland]]i eru fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjað í donsku grundlógini.
 
Fólkaræði kann bólkast í fleiri skipanir. Mest vanliga uppbýtið er millum beinleiðis fólkaræði og umboðandi fólkaræði. Beinleiðis fólkaræði varð nýtt í gamla [[Grikkaland]]i, og varð skipað sum fundir við stórari fjøld, sum kom saman fyri at taka støðu til politisk mál. Ein nútímans háttur av beinleiðis fólkaræði verður brúktur í t.d. [[Kalifornia]] og [[Sveis]], har fólkaatkvøður í stóran mun verða nýttar. Umboðandi fólkaræði er eitt meira avmarkað og óbeinleiðis fólkaræði, har borgarar við jøvnum millumbilum koma saman at velja sær nýtt [[ting]], og á tann hátt nýta sín fólkaræðisliga rætt til ávirkan. Teir valdu tinglimirnir eru sostatt umboðsmenn hjá veljarunum og skulu røkja áhugamálini hjá teimum. <ref>Heywood, A. 2000. ''Key Concepts in Politics''. New York City, NY: Palgrave Macmillan. ISBN 9780312233815. Page 126.</ref>
Í [[Føroyum]] og í [[Grønland]]i eru fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjað í donsku grundlógini.
 
== Keldur==
<references/>
 
[[Bólkur:Politikkur]]