Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Nornan2014 (kjak | íkøst)
→‎Tónleikur, dansur og ballett: Ítróttur, týtt úr norskum, møguliga eru tølini ikki heilt dagførd síðan vetrar-OL 2014.
Linja 124:
"Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014", sigur [[Kaj Leo Holm Johannesen]], løgmaður. Føroyar hava í 2013 sendistovu í [[Keypmannahavn]], [[London]], [[Reykjavík]] og [[Brússel]]. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi <ref>http://nordlysid.fo/foroyar+faa+sendistovu+i+moskva.html</ref>. Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir árliga afturat til sendistovu í Russlandi. Sendistovan fer at kosta góðar 3.25 milliónir krónur. Í fyrstu syftu bendi á, at fíggjarnevndin ikki var serliga fyri ætlaninum hjá løgmanni. Fíggjarnevndin lat bara 500 000 DDK til endamálið. Fíggjarnevndin hevur í 2012 broytt støðu, og við triðju viðgerð av uppskotinum fer løgtingið at játta 3.25 milliónir krónur.
 
== HerurinLandsverja ==
 
[[Hernaðarliga verjan|Herurin]] hevur altíð verið stoltleiki Russlands, men so er ikki longur. Herurin fær ringa fígging, og tann fyrr so stolti russiski herurin er um at detta sundur. Teir herskyldigu verða kúgaðir og yvirmenninir eyðmýktir. Á hvørjum ári verða 300 000 ungir menn kallaðir inn til hertænastu, men stúranin fyri harðskapi og fyri at verða sendir til [[Kekenia]] hevur gjørt tað at sleppa undan hertænastu til eina tjóðarítrótt. Fleiri enn 3 000 hermenn doyggja av harðskapinum, sum gjøgnumsúrgar allan herin.
[[Mynd:Inauguration_of_Dmitry_Medvedev,_7_May_2008-7.jpg|thumbnail|right|250px|[[Dmitry Medvedev]] (f.[[1965]]) forseti Russlands.]]