Munurin millum rættingarnar hjá "Muhammed"

Content deleted Content added
No edit summary
góð
Linja 3:
 
== Bakgrund ==
Í umleið ár [[500]] e.Kr. ár var tað øgiligur ófriður í [[Evropa]], fólk gjørdu innrás í [[Rómverjaríkið]], og tað fór so spakuliga í sundur. Meðan alt hetta hendi runt í [[Evropa]], var alt sera friðaligt í [[Arabianes]]i, sum er nesið, har [[Saudiarabia]], [[Katar]], [[Sameindu Emirríkini]], [[Oman]] og [[Jemen]] liggja. Handilsbýurin [[Mekka]] í [[Saudiarabia]] hevði stóran týdning fyri fólkið á [[Arabianes]]inum. Býurin var tó ikki so nógv at reypa av. Tey ríku útnyttaðu tey fátøku, kvinnur og børn vóru sera illa viðfarin, [[átrúnaðu]]rin í býnum hevði eiheldur so stóra ávirkan á fólkið, og tey bóðu bara til nógvar ymiskar gudar. hettar passar ikki.
 
Í ár 570 e. Kr. varð Muhammed føddur í [[Mekka]]. Longu sum 6 ára gamal misti hann bæði foreldrini og mátti tí liva ógvuliga fátæksliga í býnum. Muhammed var altíð eitt sindur ørkymlaður um korini í býnum og helt eisini, at tað var skeivt, at fólk bóðu til allar hesar smágudarnar. Ein dagin kom eingilin [[Gabriel]] fram fyri Muhammed. Muhammed segði fólkinum í Mekka frá hesum, og at tann einasti eini gudurin var [[Allah]], og at tað var hann, tey øll skuldu biðja til. Muhammed kom við átrúnaðinum [[islam]].