Munurin millum rættingarnar hjá "Sosialisma"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Karl_Marx.jpg|thumb|right|200px|[[Karl Marx]].]]
'''Sosialisma''', eisini nevndir '''javnaðarstevna''', er ein [[politisk hugsjón]], sum kann sigast at hava [[søga|søguligar]] røtur langt aftur í tíðina. Men teir fyrstu sosialistnir í modernaðari tíð vóru [[Henri Saint Simon]] og [[Charles Fourier]] í [[Frakland]]i og [[Robert Owen]] í [[Ongland]]i. Seinni kom [[Karl Marx]] og [[Friedrich Engels]] á pallin. Teir grunnløgdu tað vísindaligu sosialismuna í mótsetning til sosialismuna hjá [[Saint Simon]] og [[Robert Owen|Owen]] sum teir kallaðu utopiska. [[Karl Marx|Marx]] finst at [[kapitalisma|kapitalistiska]] [[Marknaðarbúskapur|marknaðarbúskapinum]] og harvið privata ognarættinum til framleiðslutólini. Hansara atfinnagar eru grundaðar á kanningar av [[kapitalisma|kapitalistiska]] búskapinum. Í sínum høvuðsverki [[Kapitalurin]] vísur hann at fríi marknaðurin skapar permanent afturvendandi kreppur og er ein forðing fyri búskaparligum vøkstri og tøkniligum framburði. Afturat tí skapar [[kapitalisma]]n fátækradømi fyri serliga arbeiðarastættina. Hansara alternativ til marknaðarbúskapin er ætlanarbúskapurin, har staturin eigur meginpartin av framleiðslutólinum. Staturin skal stýra marknaðarkreftinum. Á tann meinar [[Karl Marx|Marx]] at tað kann sleppast undan afturvendandi kreppinum.
 
Máli hjá sosialsmuni er at avskaffa fátækradømi, samfelagsstættirnar og statin. [[Karl Marx|Marx]] meinti at sosialisma bara kundi koma ígjøgnum við eini kollvelting. [[Karl Marx|Marx]] greiddi frá at sosialismu fyrsta stigi á leiðini til [[Kommunisma|kommunismu]]. Ein tílík kollvelting bleiv veruleiki í 1917 við [[Vladimir Lenin]] á odda. Seinni er [[kommunisma]] ofta sett í samband við stýri í [[Sovjetsamveldið|Sovjet]].