Munurin millum rættingarnar hjá "Iberianes"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Fylgisveinamynd.<br/>{{byline|[[NASA}}]] '''Iberianes''' ella '''Iberiahálvoyggin''' er eitt stórt nes á útsy..."
 
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Espa%C3%B1a_y_Portugal.jpg|thumb|right|250px|Fylgisveinamynd.<br/>{{byline|[[NASA]]}}]]
'''Iberianes''' ella '''Iberiahálvoyggin''' er eitt stórt [[nes]] á útsynningshorninum í [[Suðurevropa]]: [[Spania]], [[Portugal]], [[Andorra]] og [[Gibraltar]] eru londini á Iberianesi. Pyrineafjøll eru mark norðureftir ímóti Evropa, og Gibraltarsund er mark ímillum Iberianes og [[Marokko]] í Norðurafrika. Í øldir ráddu mórar, [[Islam|muslimskt]] fólk úr Norðurafrika, her, og tað vórðu teir, sum høvdu appilsintræið við sær higar. Í Spania og Portugal er heitt [[miðjarðarhavsveðurlag]], og í báðum londum hevur ferðavinnan stóran búskaparligan tydningtýdning. Bæði londini hava stóran fiskiflota og eru ímillum størstu fiskivinnutjóðir í [[ES]]. Sum grannalond á Iberianesi hava Portugal og Spania havt mangt í felag. Miðskeiðis í [[16. øld]] vóru Spania og Portugal mætastu lond í [[Evropa]]. Bæði høvdu sent rannsóknarlið til fremmand lond og lagt undir seg [[hjálond]] í [[Amerika]], [[Ásia]], [[Afrika]] og [[Karibia]]. Elstu sagnir siga nógv frá fremmandum niðursetufólki og hertøkum. Um ár 1000 f.Kr. bygdu fønikar, grikkar og kartagar handilsbýir á Iberianesi. Fyrst hersettu rómverjar, síðan germanskir vesturgotar bæði londini. Hispania er [[Rómverjaríkið|rómverska]] heitið fyri Iberia. Í árinum 201 f.Kr. legði [[Rómverjaríkið|Rómverjaríki]] bæði Spania og Portugal undir seg. Rómverjar kallaðu landspartin '''Hispania''', og [[Latínskt mál|latín]] var almenna málið. Teir gjørdu eisini stórar vatnveitingar til býirnar. Rómversku keisararnir Trajan og Hadrian vóru føddir í Hispania. Í ár 711 tóku muslimskir mórar, ein arábisk tjóð í Afrika, alt økið. Seinast í [[15. øld]] høvdu londini at enda vunnið á mórum, og bæði londini kappaðust sínámillum um at menna hvørt sítt ríki. Frá 1580 og í 60 ár var Portugal undir sponskum ræði, men fekk so sjálræði. Í Napoleonsbardøgunum vóru londini hvørt í sínum parti. Í nýggjari tíð hava bæði londini havt [[Einaræði|einræðisstjórnir]], men miðskeiðis í [[1970-árini|1970-árunum]] varð [[fólkaræði]] sett á stovn.
 
Stórur partur av Iberianesi er víður háslætti, nevndur ''Meseta''. Har er næstan eingin skógur. Um summarið er so heitt, at næstan allar áir eru turrar. Um veturin fellur hitin ofta niður um frostmarkið, og kavaroksódnir eru ikki óvanligar. Avfallið á háslættanum er so lítið, at bøndurnir mega veita vatn á dyrkilendi.