Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 41:
 
Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er [[Whitneyfjøll]] í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4.421 metrar høgt. Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100 m. høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m. í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur [[Kaliforniadalur]]. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, [[Sierra Nevada]], suður og norður - hetta navnið er [[Spanskt mál|spanskt]] og merkir "kavafjøll". Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í [[september]]-[[oktober]]. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í.
 
[[Death Valley]] er heitasta stað í heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina, liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum 48 niðaru statunum, [[Death Valley National Park]] ella Deyðadalur Tjóðlund. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið í [[Suðurkalifornia]]; Mojaveoyðimørk, ið er fram við allari [[Nevada]]-markini og í Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast í statinum og í [[Nýmeksiko]] og [[Meksiko]]. Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Hitin í skugganum er eini 55 stig, og tá hætta fæstu dýr sær út. Men um sólsetur, tá ið sandurin og luftin kólna, tysja dýrini úr klettarivum og holum. Um náttina legst døgg, og hon er kærkomin væta hjá plantum og dýrum. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru í Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk.
 
=== Jarðfrøði ===
Line 49 ⟶ 51:
 
== Søga ==
 
=== Indiánar ===
[[Mynd:2009_07_09_camino_cielo_paradise_137.jpg|thumb|right|250px|Chumash piktogramm í Santa Barbara. Chumash tekin verða kallað piktogramm.]]
Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í Kalifornia. Helst hava forsøgulig fólk verið í Kalifornia frá um 10.000 f.Kr. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Kendar ættir eru til dømis mohave, shoshone, comanche, paiute og chumash, sum til dømis búðu á [[Santa Catalina Island]]. Tey sigldu í sjógóðum træbátum.
 
=== Gullfepur ===
[[Mynd:California_Clipper_500.jpg|thumb|rightleft|250px|Gullfepurin elvdi til miklan fólkavøkstur í býum sum til dømis [[San Francisco]]. Fólk úr øllum heiminum búsettu seg har, og havnabýurin á vesturstrondini fekk alheimsligan dám.]]
Fáar dagar fyri at [[Guadalupe Hidalgo-sáttmálin]], sum fekk frið í lag ímillum [[Meksiko]] og [[USA]], skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í [[Coloma]] í [[Meksiko|meksikanska]] landslutinum Kalifornia. Landsluturin hoyrdi enn til [[Meksiko]], men [[USA|amerikanskar]] flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. [[Mánadagur|Mánadagin]] tann [[24. januar]] [[1848]] funnu tveirgullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í [[Sacramento]]dalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í sín dagbók. [[Sunnudagur|Sunnudagin]] skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 [[Amerikanskur dollari|dollarar]]". Tíðindi, um at gull var finnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í [[1849]] tustu túsundtals gullgravarar hagar.