Munurin millum rættingarnar hjá "Evroparáðið"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Pleniere.JPG|thumb|right|250px270px|Evroparáðið.]]
'''Evroparáðið''':, '''ES-Ráðið''' ella '''Ráðharraráðið''' er eitt Samstarvsráðsamstarvsráð fyri alt [[Evropa]], leyst av [[ES]]. Virkar fyri at verja [[mannarættindi]] og grundleggjandi frælsi. 
[[USA]] hevur eygleiðarastøðu. Evroparáðið kann ikki taka avgeriðir um løgfrøðiliga bindandi sáttmálar. Ráðið ásetur høvuðsreglur til ES-nevndina at arbeiða til ítøkilig lógaruppskot. Halda fund 2-3 ferðir um árið og leggja stevnumið fyri samstarvið tey næstu árini. Ofta eru mál at avgreiða, sum fíggjar-, uttanríkis- ella landbúnaðarmálaráðharrarnir ikki hava evnað at loysa sínaámillum. Tað er í ES-Ráðnum, at áhugamálini hjá limalondunum skulu røkjast, og tí er tað eisini her, at fyrimunirnir við egnum limaskapi mugu metast at vera størst. Limir í ES-Ráðnum eru stjórnirnar í limalondunum, sum verða umboðaðar av ymiskum ráðharrum – alt eftir, hvørji mál eru til viðgerðar. Eru tað umhvørvismál, møta teir 27 umhvørvisráðharrarnir osfr. Limalondini skiftast um at hava leiðsluna av ES-Ráðnum í seks mánaðir í senn. Hetta verður ofta nevnt at hava “formansskapin í ES”. Einki uppskot frá [[ES-Kommissiónin|Kommissiónini]] kann fáa gildi uttan so, at ES-Ráðið hevur góðkent tað. Tilsamans 345 atkvøður eru í ES-ráðnum. Tey størstu londini hava 27 atkvøður í part, og síðani lækkar talið. Malta hevur tríggjar atkvøður. Danmark hevur sjey. Í ES-Ráðnum hava tey smáu londini lutfalsliga meiri vald enn tey smáu, men hetta verður sambært Lissabon-sáttmálanum eitt sindur javnari í 2014 tí tá skulu tey, sum atkvøða fyri, umboða minst 65 % av fólkinum í ES um eitt mál skal verða samtykt. Tað verður altso ikki nóg mikið at hava meirilutan av atkvøðunum - hesar atkvøður skulu eisini umboða meirilutan av fólkinum.
 
{{stubbi}}
 
[[Bólkur:ES]]
[[Bólkur:Millumlanda felagsskapir]]
[[Bólkur:Evropa]]