Munurin millum rættingarnar hjá "Evropeiska Samveldið"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 45:
Valdið í ES verður býtt í tríggjar partar. Lóggevandi valdið hevur ráðharraráðið, útinnandi valdið hevur kommissiónin, og dómsvaldið hevur dómstólurin. Haraftrat er ráðgevandi ting, sum eitur Evropatingið.
 


* '''Ráðharraráðið''' (enskt: ''Council of the European Union'') hevur skrivstovur sínar í [[Brússel]]. Í ráðnum eru 28 ráðharrar, ein úr hvørjum limalandi. Tað er ráðharraráðið, sum samtykkir lógirnar í ES.
 

* '''Kommissiónin''' (enskt: ''European Commission'') hevur skrivstovu í Brússel. Í kommissiónini eru 28 limir, 2 úr teimum stóru limalondunum og 1 úr teimum smáu. Kommissiónin skal koma við uppskoti um nýggjan politikk og nýggjar lógir. Tá ið lógirnar eru samtyktar, skal kommissiónin síggja til, at tær verða hildnar.

 
* '''ES-dómstólurin''' (enskt: ''European Court of Justice'') hevur sæti í [[Luksemborg]]. Í honum er 1 dómari úr hvørjum limalandi, og avgerðir, tiknar í ES-dómstólinum, skuldu verða tiknar fram um dómarnar í limalondunum.

 
* '''Evropatingið''' (enskt: ''European Parliament'') heldur sínar fundir í Strassborg, [[Frakland]]i. Í tinginum eru 751 limir, sum verða valdir fyri fimm ár í senn av borgarunum í limalondunum. Úr [[Danmark]] eru 13 limir. Tingið umboðar fólkið, og politikarar úr nógvum ymiskum flokkum í Evropa hava sæti har. Tingið skal til dømis taka støðu til øll uppskotini frá kommissiónini um fíggjarpolitikkin í ES.