Munurin millum rættingarnar hjá "Evropeiska Samveldið"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 28:
 
'''ES''' er stytting fyri '''Evropasamveldið''' ella '''Evropeiska Samveldið''', á [[Danskt mál|donskum]] og fleiri øðrum evropeiskum málum verður brúkt styttingin ''EU'', stytting fyri ''Europæiske Union'' ella ''European Union'', er eitt samveldi í [[Evropa]]. Hugsanin um at stovna eitt samveldi í Evropa kom upp eftir [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]], tí evropeisku londini hildu hetta vera einastu leið at sleppa undan fleiri kríggjum í heimspartinum. Felagsskapurin, ið upprunaliga æt EEC (stytting fyri Búskaparligi Felagsmarknaður Evropa), hevur skipað øll limalondini sum ein marknað. Vøra, tænastur og arbeiðsmegi hava frítt at fara limalandanna millum. ES skipar seg nú sum búskaparligt samveldi við einum gjaldoyra, [[Evra|evru]], í øllum londunum. Ein onnur framtíðarhugsjón er ES sum politiskt samveldi. Tað vóru tey seks londini, [[Frakland]], [[Luksemborg]], [[Belgia]], [[Niðurlond]], [[Vesturtýskland]] og [[Italia]], sum stovnaðu henda felagsskap í [[Róm]] í Italia í 1957, og tí verður sjálvur sáttmálin nevndur Rómsáttmálin. Í 1973 komu [[Stóra Bretland]], [[Danmark]] og [[Írland (land)|Írland]] uppí, í 1981 [[Grikkaland]], í 1986 [[Spania]] og [[Portugal]] og um ársskiftið 1995 [[Svøríki]] og [[Finnland]]. [[Føroyar]] eru ikki við, men hava serligan sáttmála við ES. Sama er við til dømis [[Ísland]]i, [[Sveis]] og [[Noreg]]i. [[Grønland]] fylgdi Danmørk inn í ES. Tá ið Grønland fekk heimastýri, vórðu viðurskiftini við ES endurskoðað, og Grønland segði seg úr felagsskapinum. Eftir broytingarnar í [[Eysturevropa]] seinastu árini, vilja nógv av teimum londunum sleppa upp í Evropasamveldið, og summi hava longu søkt um limaskap. Efir at limalondin góðtóku Maastricht-sáttmálan í 1993, er lagt upp til nógv meira víðfevnandi samstarv enn upprunaliga ætlað.
 
Í 2014 vóru 28 lond í ES, fólkatalið 506 mió. og í vídd umleið 4,38 mió. km<sup>2</sup>. Tá ið [[Japan]] er frá, er ongastaðni so nógv fólk á hvørjum km<sup>2</sup> sum í ES. 24 almenn mál eru í ES og fleiri óalmenn mál. ES-londini eru [[ídnaðarlond]] burturav og nógv ríkari enn lond flest. Tað er aðalmál ES at gera eitt Evropa við ongum landamørkum, har vøra og peningur hava frítt at fara. Mangt og mikið snýr seg um pening, men ES er meira enn tað. Samstarv er á nógvum økjum: vísindi, handil, umhvørvi, undirvísing og uttanríkispolitikkur er nøkur dømi. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags [[gjaldoyra]] og eisini felags verju og løgreglu.
 
== Søga ==
Line 33 ⟶ 35:
Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu [[Evropeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin]] ([[EEC]]). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í [[Evropa]]. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin ''Evropasamveldið'' (ES). 28 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera ES til politiskt samveldi.
 
Seinni veraldarbardagi tók milliónir mannalív og syndraði Evropa. Evropeiski felagsmarknaðurin varð settur á stovn, so at kríggj og ósemjur ikki aftur skuldu vera millum lond í Evropa. Tey seks (sum tey tá vórðu nevnd) europeisku londini [[Belgia]], [[Niðurlond]], [[Luksemborg]], [[Frakland]], [[Vesturtýskland]] og [[Italia]] skrivaðu í 1957 undir Rómsáttmálan og skipaðu harvið Europeiska Felagsmarknaðin, stytt EF. Endamálið var í fyrstu syftu, at hesi londini skuldu hava felags tollmark, felags arbeiðsmarknað og frían innanhýsis kapitalflutning landanna millum. Í aðru syftu varð ætlanin, at EF skuldi mennast til eitt búskaparligt og politiskt samveldi. Fyri at standa seg ímóti hesum felagsskapi tóku tey sjey europeisku londini [[Danmark]], [[Svøríki]], [[Noreg]], [[Stóra Bretland]], [[Portugal]], [[Eysturríki]] og [[Sveis]] seg saman í felagsskapin EFTA (stytting fyri ''European Free Trade Association'' á enskum). Sáttmálin varð undirskrivaður í [[Stokkhólmur|Stokkhólmi]] í Svøríki í november 1959. EFTA er eitt fríhandilsøki, har allur tollur ímillum limalondini er avtikin, samstundis sum hvørt limaland sær kann varðveita tann toll, tey høvdu við triðjalond. Føroyar gjørdist limur í EFTA í 1967, men fór í 1972 burturúr aftur, tá ið Danmark gjørdist limur í ES. Tey EFTA-lond, ið ikki eru farin upp í ES, skrivaðu í 1992 undir ein sokallaðan EBS-sáttmála við ES. EBS er stytting fyri Europeiska Búskapar Samstarvið, sum merkir, at Innmarknaðurin í ES eisini kom at fevna um EFTA londini. Nú er einki eftir av EFTA, og tey lond, sum ikki hava fingið limaskap í ES, hava í staðin fingið handilssáttmála, EBS-avtaluna.
 
Stjørnurnar í flagginum hjá ES siga frá, hvussu mong lond vóru limir, men nú eru fleiri lond komin afturat.
 
== Politikkur ==
 
=== Skipan ===
 
Valdið í ES verður býtt í tríggjar partar. Lóggevandi valdið hevur ráðharraráðið, útinnandi valdið hevur kommissiónin, og dómsvaldið hevur dómstólurin. Haraftrat er ráðgevandi ting, sum eitur Evropatingið.
 


* '''Ráðharraráðið''' (enskt: ''Council of the European Union'') hevur skrivstovur sínar í [[Brússel]]. Í ráðnum eru 28 ráðharrar, ein úr hvørjum limalandi. Tað er ráðharraráðið, sum samtykkir lógirnar í ES.

* '''Kommissiónin''' (enskt: ''European Commission'') hevur skrivstovu í Brússel. Í kommissiónini eru 28 limir, 2 úr teimum stóru limalondunum og 1 úr teimum smáu. Kommissiónin skal koma við uppskoti um nýggjan politikk og nýggjar lógir. Tá ið lógirnar eru samtyktar, skal kommissiónin síggja til, at tær verða hildnar.

* '''ES-dómstólurin''' (enskt: ''European Court of Justice'') hevur sæti í [[Luksemborg]]. Í honum er 1 dómari úr hvørjum limalandi, og avgerðir, tiknar í ES-dómstólinum, skuldu verða tiknar fram um dómarnar í limalondunum.

* '''Evropatingið''' (enskt: ''European Parliament'') heldur sínar fundir í Strassborg, [[Frakland]]i. Í tinginum eru 751 limir, sum verða valdir fyri fimm ár í senn av borgarunum í limalondunum. Úr [[Danmark]] eru 13 limir. Tingið umboðar fólkið, og politikarar úr nógvum ymiskum flokkum í Evropa hava sæti har. Tingið skal til dømis taka støðu til øll uppskotini frá kommissiónini um fíggjarpolitikkin í ES.
 
=== ES og Føroyar ===