Munurin millum rættingarnar hjá "Avstralia"

Content deleted Content added
Rotlink (kjak | íkøst)
s fixing dead links
Linja 70:
=== Aboriginar ===
[[Mynd:Yankee_Hat_art-MJC.jpg|thumb|right|250px|Gamlir málningar í holum vísa, at aboriginska mentanin blómaði longu 40 000 ár, áðrenn evropearar komu hagar.]]
Fyrstu fólk í hesum heimsparti vóru aboriginarnir, sum komu til Avstralia fyri umleið 50 000 árum síðan <ref>http://snl.no/Australias_befolkning</ref>. Tá vóru [[Heimshav|heimshøvini]] grynri, og mest sum landfast var ímillum Nýguinea og Avstralia. Orðið aborigin merkir "úr upphavi", og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimun alkunnug. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað. Tá ið bretar komu til Avstralia, broyttist lívið hjá upprunafólkunum. Mong fólk vórðu dripin ella doyðu av evropeiskum sjúkum. Í [[19. øld]] tóku evropeararnir lívsgrundarlagið undan nógvum upprunafólkum í Avstralia. Børn vórðu tikin frá foreldrunum og undirvíst eftir evropeiskum siði. Í mong ár var undirvísingarmálið hjá aboriginskum børnum bara [[Enskt mál|enskt]], og tey sluppu ikki at læra sítt móðurmál. Nógv upprunamál og upprunasiðir hvurvu. Helvtin av øllum málum í Avstralia eru útdeyð seinastu 200 árini <ref>http://web.archive.org/web/20120322025656/http://www.environment.gov.au/soe/2001/publications/technical/pubs/indigenous-languages.pdf</ref> (105 eru útdeyð og 110 eru hótt í 2013 <ref>http://www.canberratimes.com.au/national/indigenous-languages-in-threat-of-extinction-20120601-1znjb.html</ref>).
 
Soleiðis fækkaðust aboriginarnir úr 300 000 í [[1770]] niður í 70 000 í [[1900]]. Nú eru aftur einir 300 000+ aboriginar í Avstralia. Nú á døgum eru tað tó alsamt færri upprunafólk, ið eru veiðifólk og savnarar; flestu arbeiða á verksmiðjum og á bóndagørðum. Mong hava ringa heilsu og búgva illa. Nú á døgum eru aboriginar ímillum 2 og 3 prosent av fólkinum í Avstralia <ref>http://www.theage.com.au/victoria/census-reveals-citys-changes-20120624-20wme.html</ref>. Nógvir av aborginaranum eru blandaðir saman við tað nýggju fólkið og arbeiða á bóndagørðum og í ídnaðarvirkjum í býunum og verða mettir eins og aðrir borgarar í Avstralia. Fyri at verja teir gomlu avstraliararnar, sum enn liva teirra gamla lív, hevur rikið latið teimum hóskandi stykki at búgva á. Seinastu árini eru lógir viðtiknar, sum geva frumfólkinum rættindi til partar av gamla lendi sínum. Í 1967 fingu tey valrætt.