Munurin millum rættingarnar hjá "Abraham Lincoln"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
{{Infoboks Lívssøga
| navn = Abraham Lincoln
| mynd = Abraham_Lincoln_head_on_shoulders_photo_portraitAbraham Lincoln head on shoulders photo portrait.jpg
| mynd_heitið = Abraham Lincoln ([[1809]]-[[1865]]).
| mynd_stødd = 210px
| mynd_heitið = Abraham Lincoln ([[1809]]-[[1865]]).
| føði_dato = [[12. februar]] [[1809]]
| føði_stað = {{flagicon|Kentucky}} [[Hardin County]], [[Kentucky]]<br />{{flagicon|USA}} [[USA]]
Line 12 ⟶ 11:
| trúgv = [[Kristin]]
}}
[[Mynd:Lincoln_MemorialLincoln Memorial.jpg|thumb|right|250px|Ein skáli varð bygdur í [[Washington DC]] honum til minnis.]]
'''Abraham Lincoln''' (f. [[12. februar]] [[1809]] - d. [[15. apríl]] [[1865]]), løgfrøðingur, føddur í [[Kentucky]] í [[USA]], var ágrýtin [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]]. [[15. apríl]] [[1865]] varð hann myrdur. Ein sjónleikari, ið helt við suðurríkjunum, skeyt hann. Lincoln er ein hin mætasti [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]] í [[USA]]. Lincoln var kendur sum [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]], tí hann var [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]], tá [[Amerikanska Borgarakríggið|borgarakríggið]] var, og tað var eisini hann, sum tók stig til at fáa enda á [[Trælur|trælahaldinum]] í [[USA]].
 
Sum hin 16. [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] í [[USA]] kom Lincoln at taka avgerðir, ið fingu sera stórar avleiðingar fyri [[USA|amerikanska]] fólkið. Hann verður roknaður sum størsti og besti [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]], ið [[USA]] nakrantíð hevur havt. Avgerðirnar, ið hann tók, komu eisini at kosta honum lívið. Hann doyði av skotsári tann [[15. apríl]] [[1865]] bert 56 ára gamal. Allur heimurin syrgdi deyða hansara. Lincoln var m.a. beinleiðis orsøkin til, at [[Trælur|trælahaldið]] fekk mønustingin, og at [[USA|Sambandsríki Amerika]] sum samveldi yvirlivdi.
 
== Lívssøga ==
 
Lincoln var føddur í [[Hardin County]], [[Kentucky]]. Tann lítla stokkastovan, har hann var føddur, hevði bert eitt vindeyga og eina hurð. Hesin hávaksni drongurin fekk ikki stórvegis skúlagongd, men noyddist í staðin at hjálpa til í øllum fyrifallandi arbeiði. Húskið flutti ofta, og altíð vestureftir. Øll barnaárini livdi hann sostatt á tí vandamikla markinum til niðursetulandið. Sum ungur hevði hann roynt hvørt av sínum. Hann hevði t.d. verið prámdragari á [[Mississippiá]]nni og viðahøggari í teimum stóru skógunum í [[Kentucky]]. Eina tíð var hann krambakallur. Hann var sera arbeiðssamur maður og hevði ein jarnvilja, so tað eydnaðist honum at gerast [[løgfrøði]]ngur, og haðani var gøtan ikki so torgingin at gerast politikari.
 
== Trælahald ==
 
Í nógv ár sótu [[Demokratiski Flokkurin|Demokratarnir]] við valdinum í USA, og tí hevði [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] altíð verið ein suðurstatsmaður. Men í [[1860]] vendi, tí tá vunnu [[Republikanski Flokkurin|Republikanararnir]] forsetavalið, og Lincoln gjørdist forseti og flutti inn í Hvítu Húsini í [[Washington DC]]. Lincoln er síðan vorðin hin best umtókti av øllum amerikonsku forsetunum. Hann var kendur sum íðin mótstøðumaður av [[Trælur|trælahaldi]], og tá iv hann var valdur til forseta í [[1860]], varð tað suðurstatsfólkunum greitt, hvat tey høvdu í væntu. Ellivu av Suðurstatunum gjørdu ikki vandari enn so, at teir søgdu limaskap sín í samveldinum upp við tí í hyggju at skipa eitt egið samveldi. Frá tí fyrsta hevði Lincoln ta áskoðan, at hetta fór at gerast ein vanlukka fyri bæði Suður- og Norðurstatirnar, um [[USA|Amerika]] fór í tvíningar. Tí noktaði hann at góðkenna uppsagnirnar, og var hetta neistin, sum fekk [[Amerikanska Borgarakríggið]] at byrja. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í [[1865]]. Hann hevði rokkið sínum máli, hann hevði megnað at hildið Amerika saman, og hann hevði vinnið [[Afroamerikanarar|afroamerikanarunum]] frælsi. Sigursgleðin vardi tó stutt hjá honum.
 
== Gettysburg-røðan ==
[[File:The_Peacemakers_1868The Peacemakers 1868.jpg|thumb|right|250px|Lincoln verður mettur sum ein av teimum størstu og mest týðandi forsetum í søgu USA.]]
Í 2013 eru liðin 150 ár síðani táverandi amerikanski forsetin Lincoln flutti fram ta sonevndu Gettysburg-røðuna, sum í dag er ein tann kendasta røðan í heimssøguni. Hetta var í sambandi við, at ein kirkjugarður til falnar hermenn varð vígdur í Gettysburg í [[Pennsylvania]] tann 19. november í 1863, mitt undir [[Amerikanska Borgarakríggið|amerikanska borgarakrígnum]]. Hetta var hálvan fimta mánað eftir bardagan við Gettysburg, ið verður roknaður sum vendin í borgarakrígnum. Í røðuni, sum vardi bert tveir minuttir, talaði Lincoln um javnrættindi millum menniskju, og røðan gjørdi, at amerikanska borgarakríggið fór frá at snúgva seg um at halda saman upp á amerikanska sambandsríkið til eisini at snúgva seg um frælsi og javnrættindi fyri allar borgarar í USA. Tað er ikki full semja um, júst hvat Lincoln segði í røðuni. Tað eru fimm ymisk handrit til av røðuni – tvey, sum vórðu skrivað áðrenn røðan varð hildin, og trý sum vórðu skrivað aftaná – og tey eru ikki eins, umframt at fult samsvar heldur ikki er millum endurgevingarnar, sum tíðindabløðini høvdu av røðuni.
 
== Deyði hansara ==
 
Fáar dagar efitir [[Amerikanska Borgarakríggið|borgarakríggið]] var endað, var Lincoln farin í sjónleikarhúsið í [[Washington DC]] saman við húski sínum. Í einum støðgi í leikinum trokaði ein maður seg inn, og bert trý fet frá skeyt hann Lincoln gjøgnum høvdið. Tann 14. apríl í 1865 verður Abraham Lincoln forseti í USA, myrdur. Maðurin leyp síðani niður á leikpallin og hvarv. Seinni kom fram, at brotsmaðurin var ein sinnissjúkur sjónleikari úr Suðurstatunum - [[John Wilkes Booth]]. Drápsdagin hevði Lincoln hildið eina røðu, har hann hevði sagt, at nú mátti virkast fyri semju millum suður og norður.
 
== Sí eisini ==
 
* [[Listi yvir forsetarnar í USA]]
* [[Forseti Sambandsríki Amerika]]
* [[USA|Sambandsríki Amerika]]
 
{{DEFAULTSORT:Lincoln, Abraham}}
[[Bólkur:Føðingar í 1809]]
[[Bólkur:Andlát í 1865]]
[[Bólkur:Amerikanskir politikarar]]
[[Bólkur:Forsetar í USA]]
[[Bólkur:Føðingar í 1809]]
[[Bólkur:Andlát í 1865]]
[[Bólkur:Løgfrøðingar]]
 
{{DEFAULTSORT:Lincoln, Abraham}}
 
{{Link FA|de}}