Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
→‎Svimjing: dagføring, Pál Joensen vann silvur til EM
Linja 42:
* [[14. august]] - Fyrsti arbeiðsdagur á nýggja uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.
* [[19. august]] - Boripallurin »West Hercules« kom inn á Skálafjørðin, har hann skuldi umvælast.
* [[28. august]] - Fimm døglingar gjørdu landgongd í [[Hvalba]] tíðliga um mogunin, og mett varð at tað ikki bar til at fáa teir út aftur, og tí gav sýslumaðurin loyvi til at teir blivu avlívaðir og skornir upp til matna. Sea Shepherd fólkini ið sótu á vakt á Kolavegnum ta náttina vóru sovnaði í bilinum og komu tí ov seint til at royna at gera nakað við tað. Tveir dagar seinni legði Sea Shepherd út myndir av døglingaspiki, sum ikki er etandi, flótandi á sjónum vestanfyri Hvalbiareiðini. Sea Shepherd ákærdu føroyingar fyri at drepa døglingar til stuttleika og síðan blaka kjøt og spik burtur.
* [[30. august]] - Hátíðarhald var í [[Skúvoy]] í samband við at nýggi Sildberin fór í sigling millum Skúvoy og Sandoynna.
* [[30. august]] - Fyrsta [[grindadráp]]ið í 2014 fór fram á [[Sandur|Sandi]], har 35 hvalir løgdu beinini. Fjúrtan Sea Shepherd limir vóru handtiknir í samband við drápið, av tí at teir royndu at forða fyri rakstrinum og drápinum, tað eydnaðist teimum eisini at forstýra og seinka tí nakað, men løgreglan og danska sjóverjan komu á staðið við tyrlu og skjóttgangandi bátum og handtóku tey seks fólkini á landi og tey átta í trimum skjóttgangandi bátum, og hald varð lagt á bátarnar.
 
=== Ítróttur í 2014 ===
Line 52 ⟶ 55:
* [[2. juli]] - Champions League: [[HB]] - Lincoln úr Gibraltar 1-1, Levi Hanssen skoraði útjavnandi málið hjá HB í 71. minutti.
*[[24. juli]] - [[Europa League]] : [[Víkingur 2008|Víkingur]] vann seinna dystin í øðrum undanumfari í [[Europa League]] 2-1 móti Tromsø IL á útivølli og gjørdist harvið fyrsta føroyska liðið nakrantíð, ið megnaði at leika seg í triðja undanumfar til Europa League kappingina. Málini hjá Víkingi gjørdu [[Bárður Hansen]] og [[Hallur Hansson]].
* [[30. august]] - [[Víkingur 2008|Víkingur]] vann finaluna um løgmanssteypið 3-0 móti [[HB]].
 
==== Fótbóltur, kvinnur ====