Munurin millum rættingarnar hjá "Nea Salamis Famagusta FC"
EileenSanda (kjak | íkøst) nýggj síða |
(Ongin munur)
|
Endurskoðan frá 21. aug 2014 kl. 17:25
Nea Salamis | |||
Navn | Nea Salamis Famagusta FC Á grikskum: Νέα Σαλαμίνα Αμμοχώστου | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | HB | ||
Stovnað | 7. mars, 1948 | ||
Leikvøllir | Ammochostos Stadium, Cyprus | ||
Rúmd | 5.500 | ||
Formaður | Andreas Paraskeva | ||
Høvuðsvenjari | Neophytos Larkou | ||
Liga | 1. deild í fótbólti á Kýpros | ||
2013-14 | 7. pláss | ||
Heimasíða | http://www.neasalamis.com.cy/ | ||
|
Nea Salamis Famagusta FC ella Nea Salamina Famagusta FC (á grikskum: Νέα Σαλαμίνα Αμμοχώστου) er eitt fótbóltsfelag, sum hevur heimstað í býnum Ammochostos (sum eisini er kendur við navninum Famagusta), á Kýpros. Felagið hevur verið í útlegd síðan 1974, tá Turkaland hertók norðara part av Kýpros, har Ammochostos liggur. Fótbóltsfelagið hevur síðan 1974 havt fyribils heimsstað á Larnaka.
Bestu úrslitini hjá fótbóltsfelagnum Nea Salamis var sigurin í kýpriotisku steypakappingini og Cyprus FA Shield (Super Cup) í 1990. Besta plaseringin í kýpriotisku 1. deild er 3. pláss. Tey fyrstu fimm árini eftir stovnanina (1948–1953), luttók felagið í meistaraskapinum hjá Kýpros Amatør Fótbóltssambandinum. Í 1953 gjørdist felagið limur í Fótbóltssamband Kýpros, og luttók regluliga í landskappingum og steypakappingum. Felagið hevur spælt í minsta lagi 50 ferðir í landskappingini á Kýpros, og er nummar 7 av øllum feløgum ið luttaka har, tá hugt verður eftir árum sum spælt hevur verið í kýpriotisku 1. deild tilsamans.
Felagið luttók fyri fyrstu ferð í evropeiskari fótbóltskapping í 1990, tá felagið luttók í UEFA Cup Winners' Cup 1990-91. Harumframt hevur felagið luttikið í UEFA Intertoto Cup í 1995, 1997 og 2000. Fótbóltsfelagið Nea Salamis Famagusta FC er partur av ítróttafelagnum Nea Salamina Famagusta, sum varð stovnað í 1948, móðurfelagið hevur eisini flogbóltslið fyri menn.