Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
Linja 36:
* [[30. juli]] - Ein grind varð funnin við Haraldsund, norðanfyri byrgingina um 8-tíðina um morgunin. Sýslumaðurin gav boð um at bíða við at reka grindina orsakað av vánaligum veðri. Grindin lá so og grindaði har, uttan at nakar gjørdi nakað við hana. Seinnapartin kom ein bátur frá Sea Shepherd og rak grindina norður gjøgnum Sundið og út á opið hav, uttan at nakar royndi at forða teimum. Dagin eftir meldaði sýslumaðurin í Norðoyggjum Sea Shepherd.
* [[31. juli]] - Fiskvinnunevndin í ES samtykti at taka handilsforðingarnar móti Føroyum aftur. Í eitt ár bannaði ES øllum innflutningi av sild og makreli úr Føroyum, tí Føroyar høvdu ásett sær eina sildavotu, sum hini strandalondini ikki kundu góðtaka.
 
=== August ===
* [[1. august]] - [[Pamela Anderson]] kom til Føroya á vitjan umboðandi [[Sea Shepherd]] djóraverndarfelagsskapin. Hon og onnur frá Sea Shepherd høvdu tíðindafund á Hotel Føroyum.
*[[9. august]] - Løgleglan fór við tyrluni úr Havn til Hvalbiar, tí ein 36 ára gamal maður var deyður har, og talan var um illgrunasaman deyða. Løgreglan handtók tveir mans, ein 23 ára gamlan og ein 39 ára gamlan. Dagin eftir, hin 10. august, varð tann 39 ára gamli latin leysur, og tann 23 ára gamli varð skuldsettur fyri at hava dripið Hjalmar Holm við 3 knívstungum í hálsin.
* [[14. august]] - Fyrsti arbeiðsdagur á nýggja uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.
* [[19. august]] - Boripallurin »West Hercules« kom inn á Skálafjørðin, har hann skuldi umvælast.
 
=== Ítróttur í 2014 ===