Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
→‎Talv: dagføring
Linja 99:
*[[6. august]] - Føroyar vunnu 3 - 1 móti Sýria á Talvolympiaduni í Tromsø. [[Olaf Berg]], [[Høgni Egilstoft Nielsen]] og [[John Arni Nilssen]] vunnu sínir dystir meðan [[John Rødgaard]] á 1. borði tapti.
*[[9. august]] - Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti Singapore á Talvolympiaduni í Tromsø. Helgi Dam Ziska megnaði at fáa hálvt stig ímóti GM Zhong Zhang, ið hevði so høgt styrkistal sum 2611. Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen taptu.
*[[10. august]] - Føroyar leikti javnt móti [[Jemen]] á talvolympiaduni í [[Tromsø]]. Dysturin endaði javnur 2-2. [[John Rødgaard]] og [[John Arni Nilssen]] vunnu, men [[Helgi Dam Ziska]] og [[Olaf Berg]] taptu.
*[[12. august]] - Føroyar vunnu 2 ½ - 1 ½ á [[Marokko]] í 10. og næstsíðsta umfarinum í OL í talvi í Tromsø. Olaf Berg vann á 3. borði. Høgni Egilstoft Nielsen tapti á 4. borði, meðan John Rødgaard á 2. borði megnaði at fáa javnleik. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði, tað var samstundis fjórði OL-sigur hansara á hesum sinni.
*[[13. august]] - Føroyar taptu ½ - 3 ½ móti [[Indonesia]] á Talv-OL í Tromsø. Høgni Egilstoft Nielsen vann á fjórða borði, meðan Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Olaf Berg taptu allir síni talv. Sostatt fingu Føroyar tilsamans 11 stig av 22 møguligum. Føroyar vunnu 4, leiktu 3 jøvn og taptu 4 talv. Føroyar vóru styrkismettar sum nr. 73 av teimum 177 luttakandi liðunum, og endaðu á einum 81. plássi sum næstaftast av norðurlendsku liðunum. Kina vann Talv-OL fyri fyrstu ferð.