Munurin millum rættingarnar hjá "Jóanes N. Dalsgaard"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Jóanes Napoleon Dalsgaard''', [[stjórnmálafrøðingur]] (cand.scient.pol.), føddur [[31. januar]] í [[1970]] í [[Hoydalar|Hoydølum]].
'''Jóanes Napoleon Dalsgaard''', [[stjórnmálafrøðingur]] (cand.scient.pol.), radikalur demokratur, politiskur viðmerkjari. Jóanes er føddur [[31. januar]] í [[1970]] og uppvaksin í [[Hoydalar|Hoydølum]]. Hann hevur skrivað hópin av greinum í [[Føroyar|føroysku]] dagbløðini síðani seinast í [[1980-árini|1980'árunum]]. Eisini skrivaði hann í [[1990-árini|1990'árunum]] í [[MFS]]-limablaðið [[Fjølnir]] og í útisetablaðið [[Oyggjaskjeggi]]. Jóanes hevur, við síni greiðu og bersøgnu luttøku í [[Føroyar|føroyska]] samfelagskjakinum, havt týðandi ávirkan á [[Føroyar|føroyskan]] politik. M.a. stuðlaði hann í [[2007]] alment uppskotinum hjá [[Edmund Joensen]], táverandi løgtingsformanni, um at gera [[Føroyar]] til eitt [[valdømi]]. Uppskotið varð samtykt og fyrsta [[løgtingsval]]ið eftir nýggju skipanini var hildið [[19. januar]] [[2008]]. Í [[desember]] [[2007]] talaði Jóanes harðliga at í fjølmiðlunum, tá tásitandi samgonga undir leiðslu av [[Jóannes Eidesgaard]], í stríð við vanliga parlamentariska siðvenju, ætlaði sær at halda fram við lóggávuarbeiðinum aftaná at [[løgting]]sval varð útskrivað. Úrslitið varð, at [[Sambandsflokkurin]] segði samgongusamstarvið upp og at lóggávuarbeiðið varð niðurlagt, tað sum eftir var av valskeiðnum.
 
{{rað|Dalsgaard, Jóanes N.}}