Munurin millum rættingarnar hjá "Høgni Egilstoft Nielsen"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
'''Høgni Egilstoft Nielsen''' (føddur [[29. apríl]] [[1997]]) úr [[Sandavágur|Sandavági]] er ein føroyskur telvari og fótbóltsleikari. Hann vann FM í talvi bert 16 ára gamal í apríl 2014. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig.<ref>[http://aktuelt.fo/eitt+umfar+eftir+ndash+hogni+er+yngsti+fmvinnarin+nakrantid.html Aktuelt.fo, Eitt umfar eftir – Høgni er yngsti FM-vinnarin nakrantíð]</ref> Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann aftur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Høgni hevur eisini gjørt nógv um seg í Norðulandameistarakapping fyri ung. Í 2008 vann Høgni silvur fyri telvarar 10 ár og yngri, ið varð hildin í Danmark. Í 2010 vann Høgni bronsu í fyri telvarar 12 ár og yngri, ið varð hildin í Svøríki. Í 2012 vann Høgni silvur fyri telvarar 14 ár og yngri, ið varð hildin í Finnlandi. Í 2013 vann Høgni bronsu fyri telvarar 16 ár og yngri, ið varð hildin í Íslandi. <ref>[http://sportal.fo.webtestlink.com/grein/hogni_ur_sandavagi_vann_nordurlendska_bronsu Sportal.fo, Høgni úr Sandavági vann norðurlendska bronsu]</ref>
 
Høgni spælir eisini fótbólt. Hann spælir við fótbóltsliðnum 07 Vestur. Hann hevur umboðað føroyska fótbóltslandsliði bæði fyri U-15 og U-17. Høgni spældi við U-15 í 2011. Í 2012 og 2013 umboðaði Høgni U-17 landsliðið. Hann spældi tó ongan dyst í 2012, men spældi allar dystirnar U-17 liðið spældi í 2013, sum var 10 dystir.3. <ref>[http://www.faroesoccer.com/player.php?teamID=3964&playerID=6390 faroesoccer.com]</ref>
 
== Familja ==