Munurin millum rættingarnar hjá "Grindadráp"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 12 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q658778 (translate me)
bólkar + mynd
Linja 1:
[[Mynd:Whaling in the Faroe Islands in August 2012.JPG|250px|thumbnail|Bátar reka eina grind inn eftir Vágsfirði í august 2012.]]
[[Mynd:Killed_pilot_wales_in_hvalba,_faroe_islands.JPG|thumb|right|250px|Grind er dripin í Føroyum síðan landnámstíð.]]
'''Grindadráp''' í [[Føroyum]] hava óivað verið løgfest líka frá fyrstantíð. Øll mannagongdin í eini grind hevur enn á døgum støði í hinum gomlu [[Noreg|norsku]] landslógunum, serliga hini Eldru Gulatingslógini, seinni Yngru Gulatingslógini, til Landslóg Magnusar Hákunarsonar Lógbøtara tók yvir í 1271. Longu tá hava eftir øllum at døma verið føroyskar serlógir fyri landbúnaðarviðurskifti, og tað sæst aftur í hini føroysku serlógini [[Seyðabrævið|Seyðabrævinum]] frá 1298, ið eitt nú eisini snýr seg um hvalaveiði. Seinni kom Norska Lóg Kristjans fjórða í 1604, síðan Norska Lóg Kristjans fimta í 1688. Hesar lógir vóru í gildi til 1832, tá ið grindakunngerðin gjørdist føroysk serlóg. Serlógin er síðan endurskoðað og lagað til samfelagsmenningina í árunum 1857, 1872, 1909, 1940, 1955, 1986, 1993, 1995 og 1998. Allar lógir og kunngerðir eru savnaðar í einum bóklingi frá ár 2000: "Hvalir og grind. Hvat sigur lógin? Eitt kunngerðar- og lógarsavn". Í útgrevstrum úr víkingaøld eru grindaleivdir funnin, og prógvar hetta, at norðbúgvar hava dripið grind, síðan teir komu higar og settu búgv um ár 800. Dentur skal verða lagdur á, at føroyingar enn á døgum ikki drepa grind sum vinnu. Øll kunnu fara í grind, hvør borgarliga vinna teirra enn er. Somuleiðis eru hvørki serbygdir grindabátar ella serligir grindamenn. Føroyingar fara í grind við tí føroyska árabátinum ella maskinbátinum, sum teir vanliga fara til útróður við. Eisini er vert at hava í huga, at grind í øllum grindaumdømum síðan fyrst í [[19. øld]] verður býtt javnt eftir, hvussu stór húskini eru. Heldur ikki verður grindin viðgjørd á virki við handilsligum endamáli, men alt verður hagreitt heima við hús, annaðhvørt nýtt beinleiðis í sjálvum húshaldinum ella lakasaltað til døgurðamat hjá langfaraskipum.
Line 11 ⟶ 12:
 
[[Bólkur:Mentan í Føroyum]]
[[Bólkur:Búskapur Føroya]]
[[Bólkur:Føroya søga]]