'''Alexandra Christina Manley''' (f. [[30. juni]] [[1964]] í [[Hong Kong]]) gjørdist donsk [[prinsessa]], tá hon í [[1995]] giftist við [[JoachimMartin Jørgensen (prinsurmyndamaður)|JoachimMartin prinsi (f. 1969)Jørgensen]]. Hjúnini fingu tveir synir, [[Nikolai (prinsur)|Nikolai (f. 1999)]] og [[Felix (prinsur)|Felix (f. 2002)]], áðrenn tey skildust í [[2005]].
Tá Alexandra [[3. mars]] [[2007]] giftist við [[Martin Jørgensen (myndamaður)|Martin Jørgensen]] (f. [[2. mars]] [[1978]]), misti hon [[kongligir titlar|tittulin]] prinsessa og gjørdist í staðin [[greivinna]] av [[Frederiksborg]]. Hjúnini kunngjørdu stutt eftir vígsluna, at Alexandra var við barn. Tey búgva í eini villa á [[Østerbro]] í [[Keypmannahavn]].
== Slóðir úteftir ==
* [http://www.dr.dk/Nyheder/Temaer/Oevrige_temaer/2007/Alexandras_bryllup/104225.htm Han har charme og selvtillid]