Munurin millum rættingarnar hjá "Kambodja"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
{{Infoboks Land
[[Mynd:Location_Cambodia_ASEAN.svg|thumb|right|250px|Kort.]]
| uppruna_navn = Preăh Réachéanachâk Kâmpŭchéa
| navn = Kongsríki Kambodja
| mynd_flagg = Flag_of_Cambodia.svg
| mynd_skjald = Coat_of_arms_of_Cambodia.svg
| motto = [[Mynd:CambodiaMotto.svg|160px]]
| mynd_positión = Location_Cambodia_ASEAN.svg
| alment_mál = [[Khmerskt mál|Khmerskt]]
| høvuðsstaður = [[Phnom Penh]]
| fullveldi = 9. november 1953
| løgmaður_heitið = Forsætisráðharri
|løgmaður= [[Hun Sen]]
| forseti_heitið = Kongur
| forseti = [[Norodom Sihamoni]]
| vídd = 181,035
| vatn = 2.5 %
| íbúgvar = 15,205,539
| íbúgvar_ár = 2013
| íbúgvar_km2 = 81.8
| gjaldoyra = Riel (KHR)
| tíðarzona = [[UTC]] +7
| tjóðsangur = "Nokor Reach"
| alnet_økisnavn = [[.kh]]
| telefon_landakota = 855
| spenningur =
| viðmerkingar =
|}}
 
'''Kongsríki Kambodja''' ([[Khmerskt mál|khmerskt]] ព្រះរាជាណាចក្រកម្ពុជា) er eitt land í [[Landsynningsásia]]. Kambodja var franskt [[Hjáland|hjáveldi]] fram til 1953, tá ið tað gjørdist sjálvstøðugt. Frá 1975 til 1979 beindu [[Pol Pot]] og Reyðu Khmerarnir fyri umleið 2 milliónum av sínum egna fólki, umleið fjórðinginum av fólkinum. [[Vjetnam|Vietnamesar]] róku Reyðu Khmerarnar frá í 1979. Landið fekk kongsdømi og [[fólkaræði]] í 1993. Fólkið merkir framvegis sviðan av ræðuleikunum frá Pol Pot tíðini. Mestsum øll sum livdu tá, mistu fleiri familjulimir og landið var í skeljasori eftir kríggið.
 
Line 8 ⟶ 35:
Í 600 ár var stóri tempulstaðurin [[Ankor Vat]] fjaldur í regnskóginum norðan fyri Tonle Sapvatn í Norðurkambodja. Khmerkongurin Suryavarman 2. læt hann byggja í 12. øld at æra hindugudin [[Vishnu]]. Ankor Wat er stórur meginbygningur, umgyrdur av smærri templum, borgum og ómetaliga stórum virkisgryvjum og vatngoymslum. Ankor Vat var leingi miðdepil í Kkmerríkinum, eitt av sterkastu kongsríkjum í [[Landsynningsásia]], men tá ið tað fall, rýmdi fólkið haðan, og sum tíðin leið, huldi regnskógurin staðin. Hann var ikki funnin aftur fyrr enn í 1860- árunum. Í templinum í Ankor Vat dansaðu hovdansarar [[Átrúnaður|átrúnaðarligan]] dans, ið bygdi á sagnir úr indiskum søgum um Ramayana og Mahabharata. Hesin forni dansur er vakur við ógvuliga føstum stigum og dansilagi. Tað varir mong ár at læra at dansa henda dansin. Dansararnir eru í baldýraðum búna, sum er so trongur, at hann má verða seymaður upp á dansararnar til hvørja sýning.
 
Fá lond hava verið so hart roynd sum Kambodja. Í 1970 varð tað drigið upp í kríggið í grannalandinum [[Vjetnam]]. Landsins leiðarar við Pol Pot á odda, ið komu úr teimum Reyðu Khmerunum, framdu tá hópmorð móti sínum egna fólki. Frá 1975 til 1979 ráddu Reyðu Khemerarnir við [[Pol Pot]] á odda; hetta var kollveltingarherur, sum drap fleiri enn eina millión kambodjanar. Omanfyri tvær milliónir fólk lótu lív undir kommunistiska stýrinum frá 1975 til 1979 og teirra Killing Fields-politikki. Mong vórðu tikin av døgum, onnur doyðu í hungri ella undir tvingsilsarbeiði. Í 1979 gjørdi Vjetnam innrás í Kambodja at reka Pol Pot frá, og [[borgarakríggj]] brast á í landinum. Tað vardi til 1991. Drúgvu kríggini í Kambodja hava verið ræðulig og hava komið landinum í eina syndarliga støðu. Vega- og jarnbreytarkervið er oyðilagt, og [[ídnaður]] er næstan eingin. Um 3 mió. minur liggja enn niðurgrivnar um alt landið. Hóast roynt verður at rudda tær burtur, varnast mong ikki minurnar, fyrr enn onkur traðkar á tær. Eini 20.000 fólk eru vorðin lamløstað av minum.
 
Tailand og Kambodja berjast um, hvat teirra hevur rætt til eitt 900 ára gamalt tempul, sum er uppi á einum fjallatindi við markið. Í 1962 kom altjóða dómstólurin til ta niðurstøðu, at Kambodja hevur rætt til templið, men dómstólurin kundi ikki taka støðu til, hvat av londunum hevur rætt til økið rundan um templið.
 
== Búskapur ==
 
Kambodja er eitt av fátækastu londunum í Suðurásia. Áleið 35 prosent av íbúgvunum í landinum liva undir fátækramarkinum og livialdurin er millum teir lægstu har um leiðir. Fiskiskapur hevur stóran týdning í Kambodia. Inntøkan hjá yvir 60 prosent av íbúgvunum í landinum er beinleiðis ella óbeinleiðis tengd at fiskiskapi, og 80 prosent av proteininntakinum hjá fólkinum kemur frá fiski. Fiskiskapurin er hóttur nógvastaðni orsakað av ovfisking, vantandi ásetingum og vantandi stýring. Hesi viðurskifti hava økt fátækdømi í teimum økjunum, har fólk í høvuðsheitum liva av fiskiskapi. Stjórnin í Kambodja hevur sett tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna og sum liður í hesum vóru fiskirættindi løgd út til lokalsamfeløgini at umsita í 2001. Ein fortreyt fyri at hetta skal hepnast er samstarv, bæði millum lokalar og sentralar myndugleikar, og eisini á lokalum stigi – t.e. millum ymsu brúkarnar av økjunum.
 
{{Commons|Cambodia}}