Munurin millum rættingarnar hjá "Dánjal Martin Hofgaard"

Content deleted Content added
Faolin42 (kjak | íkøst)
link to Danmark
Linja 4:
 
=== Rógving ===
Dánjal Martin rør bæði vanligan føroyskan kappróður og inniróður. Dánjal Martin vann FM 2011 við Riddaranum í 2011. Í føroyskum kappróðri ber bara til at gera seg galdandi í Føroyum, eftirsum kappróður í føroyskum bátum bert fer fram í Føroyum burtursæð frá Ishøj Regatta og onkrari aðrari stevnu sum føroyingar í [[Danmark]] skipa fyri. Men í inniróðri ber til at gera seg galdandi sum einstaklingur uttanfyri landoddarnar, eitt nú til HM í [[Boston]]. Í januar 2012 varð kappast um, hvør ið skuldi umboða Føroyar til HM í inniróðri. Dánjal Martin gjørdist ein av teimum hepnu. Kappingin varð hildin í hølunum hjá [[Knørrur|Knørri]] í [[Havn]], øll róðu 2000 metrar. Dánjal Martin varð skjótastur hjá monnum í lættvekt við tíðini 6:19,30, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Lars Abrahamsen úr [[Runavík]], hann setti metið í 2007.<ref>[http://www.sudurras.info/10271 Sudurras.info, Danjal Martin Hofgaard frá Suðuroyar Kappróðrarfelag til HM í Boston]</ref>
 
==== Føroyameistarahetið í inniróðri ====