Munurin millum rættingarnar hjá "Roy Scheider"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 19:
 
==Yngru árini==
Scheider varð føddur í Orange, New Jersey, sonur Annu Scheider (f. Crosson) og bilmekanikarin Roy Bernhard Scheider. Mamman var av [[Rómverska-katólska kirkjan|írsk-katólskari]] bakgrund, og pápin var týsk-amerikanskur [[Protestantisma|potestantur]]. Sum barn var Scheider atletur (ítróttarmaðurítróttamaður) og luttók í organiseraðum [[baseball]] og [[Nevaleikur|boksing]] kappingum, har hann var klassaður sum ‘welterweight’, tí hann vigaði 140 lbs. Scheider luttók í ‘[[Golden Gloves]]’ boksikappingunum. Tvær ferðir í leypið av síni boksikarrieru frá 1947-1953 breyt Scheider nøsina. Hann gekk á [[Columbia High School]] í [[Maplewood]], New Jersey, og varð innsettur í skúlans ‘hall of fame’ í 1985. Hann skifti boksihandskarnar út við leikpallin, og fór at studera drama á bæði [[Rutgers University]] og [[Franklin and Marshall College]], har hann var limur í studentafelagnum ’[[Phi Kappa Psi]]’. Aftaná trý ár í [[United States Air Force]], trein hann á pall við ''‘the New York Shakespeare Festival’'', og vann ein ‘[[Obie Award]]’ í [[1968]]. Scheider hevði leiklutir í tveimum CBS [[Opera|soap operum]], ''Love of Life'' og ''The Secret Storm''.
 
==Filmskarriera==