Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

* [[17. juni]] - Nýggj farstøð verður tikin í nýtslu í [[Vága Floghavn]].
*[[19. juni]] - [[Marin Katrina Frýdal]], býráðslimur í Tórshavnar býráð, varð koyrd úr býráðssamgonguni, eftir at hon fleiri ferðir var komin við atfinningum móti Heðini Mortensen, borgarstjóra. Hetta hendi stutt fyri miðnátt, og umleið hálvan annan tíma seinni kunngjørdi listin hjá Tjóðveldi, at hinir báðir limirnir fóru sama veg og tóku seg úr samgonguni.
=== Juli ===
* [[30. juli]] - Ein grind varð funnin við Haraldsund, norðanfyri byrgingina um 8-tíðina um morgunin. Sýslumaðurin gav boð um at bíða við at reka grindina orsakað av vánaligum veðri. Grindin lá so og grindaði har, uttan at nakar gjørdi nakað við hana. Seinnapartin kom ein bátur frá Sea Shepherd og rak grindina norður gjøgnum Sundið og út á opið hav, uttan at nakar royndi at forða teimum. Dagin eftir meldaði sýslumaðurin í Norðoyggjum Sea Shepherd.
* [[31. juli]] - Fiskvinnunevndin í ES samtykti at taka handilsforðingarnar móti Føroyum aftur. Í eitt ár bannaði ES øllum innflutningi av sild og makreli úr Føroyum, tí Føroyar høvdu ásett sær eina sildavotu, sum hini strandalondini ikki kundu góðtaka.
 
=== Ítróttur í 2014 ===