Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 289:
Noregi er ein av fyrstu [[tjóð]]um ið broytti støðu tá tað kom til kvinnu rættindi, minniluta rættindi og rættindi til kynsligan samleika.
 
Norra er heimsmeistari í javnstøðu. Tað vísir ein kanning frá [[World Economic Forum]] í 2008 <ref>https://members.weforum.org/pdf/gendergap/report2009.pdf</ref>. Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri [[Finnland]]. Á triðja plássi liggur [[Svøríki]]. [[Danmark]] er nummar sjey á listanum <ref>http://www.allcountries.org/ranks/gender_gap_gender_equality_country_rankings_2008.html</ref>. [[Samkynd]] kunnu giftast í Noreg; Norra fær [[kynsleyst hjúnalag]] í 2008, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn. Hóast tað gjørdist lógligt hjá samkyndum og [[tvíkynd]]um monnum at geva blóð í [[Svøríki]] í 2010, og í [[Stóra Bretland]]i í 2011, hevur Norra enn ikki valt at broyta lógina <ref>http://www.nrk.no/trondelag/_-homofile-ma-fa-gi-blod-1.8255722</ref>. Hóast samkyndir og tvíkyndir menn ikki at sleppa at geva blóð, so sleppa samkyndar og tvíkyndar kvinnur væl tað.
 
=== Yvirgangur ===