Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
s Update
http://www.superslimthinbody.com/
Linja 40:
So hvørt sum teir víðgongdu kollveltingarmenninir fingu meiri vald, vórðu alt fleiri og fleiri fólk avrættað í falløksini. Tað galt eisini tey, sum høvdu staðið á odda fyri kollveltingini. Víðgongda kvinnurættindastríðskonan [[Maria Olymp de Gouges]], varð avrættað í 1793. Tveir kendir kollveltingarmenn, løgfrøðingurin [[Georges Jacques Danton]] og ritstjórin [[Jacques René Hébert]], vórðu avrættaðir eftir boðum frá hægsta kollveltingarmanninum, [[Maximilien Robespierre]], sum sjálvur fekk somu lagnu í 1794. Falløksin, sum læknin J.I. Guillotin gjørdi, gjørdist ímyndin um fronsku kollveltingini. Hon stóð á tí, sum nú er Place de la Concorde í miðbýnum í [[París]]. Undir ræðslustýrinum vóru avrættingarnar ein blóðig sjón, sum dró stóra áskoðarafjøld. Hvassa blaðið á falløksini gjørdi, at tann deyðadømdi varð skjótt og menniskjaliga avrættaður. Blaðið fell niður á hálsin á tí deyðadømda, tá ið bøðilin slepti tognum. Høvd og kroppur á tí avrættaða vórðu borin burtur í kurvum og grivin í ómerktum hópgrøvum.
 
Tú rættar Frakland (partur) - Wikipedia
== Politikkur ==
 
Landið verður stýrt úr høvuðsstaðnum [[Paris]] av forseta og fólkavaldari stjórn.
 
=== Samkynd ===
 
Áðrenn kristna kirkjan fór at umsita [[hjúnaband]]ið, vóru parløg og hjúnabond millum tvey av sama kyndi ikki óvanlig; hjúnabond millum fólk av sama kyndi vóru vanlig í gamla Fraklandi. Í miðøldini í Fraklandi kundu menn lógliga undirskriva ein almennan “affrérement” sáttmála sína millum <ref>http://www.eurekalert.org/pub_releases/2007-08/uocp-acu082307.php</ref>. Hesin sáttmáli kravdi, at teir livdu saman og deildu ”un pain, un vin, et une bourse” (eitt breyð, eitt vín og eina pengamappu). Hesin sáttmáli verður mettur at vera eitt tað fyrsta dømið um eitt alment góðkent [[skrásett parlag]]. Í 1791 verður Frakland fyrsta landið í heimin, sum aftur ger samkyndleika lógligan.
 
Í sínum valstríði lovaði sosialistiski forsetin [[François Hollande]] at fáa lógina samtykta um hjúnabond, og tað lyfti er uppfylt í 2013; fronsk samkynd kunnu giftast frá 2013 <ref>http://www.nytimes.com/2013/05/19/world/europe/hollande-signs-french-gay-marriage-law.html?_r=1&</ref>. Sambært nýggjum hagtølum eru samkynd 6,5 prosent av veljaraskaranum í Fraklandi.
 
== Mentan ==