Munurin millum rættingarnar hjá "Sápmi"

Content deleted Content added
Linja 39:
Í [[1751]] fingu [[Danmark|Danmørk]], [[Noreg]], [[Svøríki]] og [[Finnland]] sett fast mark norðanfyri. Sámaland varð býtt eftir landamørkunum. Men henda samtykt galt ikki teir [[sámar]], sum fluttu úr einum staði í annan. Teir sluppu um mørkini við reinsdjórum sínum, og fingu veiði- og fiskirættindi har, teir komu. Teir sluppu eisini undan hertænastu.
 
Men seinast í [[18. øld]] var nýggjur vandi á ferð. Av vatnflóð, felli og ov stórum fólkavøkstri fluttu bøndur í hundraðtali úr [[Eysturdal]]i og [[Gudbrandsdal]]i til Norðurlandið, [[Troms fylkefylki|Troms]] og [[Finnmark fylki|Finnmørkina]]. Myndugleikarnir eggjaðu fólki at flyta. Tørvur var á bóndum norðanfyri. Niðursetufólkið fekk fastan bústað og eisini ognarætt til jørðina. Hetta kom [[Sámar|sámunum]] dátt við. Teir vórðu riknir burtur og mistu bæði fiskirættindi og veiðirættindi. Meira enn so, at niðursetufólkini tóku burtur av reinsdjórafylgjunum og góvu sámum einki afturfyri.
 
== Hvør? ==