Munurin millum rættingarnar hjá "Ludwig van Beethoven"

Content deleted Content added
Sweeper (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Beethoven.jpg|200px|thumbnail|Ludwig van Beethoven]]
'''Ludwig van Beethoven''' (doyptur [[17. desember]] [[1770]], deyður [[26. mars]] [[1827]]) var ein týskur komponistur og pianistur. Hann er ein av teimum mest týðandi [[Týskland|týsku]] tónasmiðjunum og tann tónasmiðurin, ið hevur havt størstu ávirkan á menningina av týskum kompositiónstónleiki eftir 1800. Hansara best kendu komposisjónir eru nýggju symfoniir, fimm klaverkonsertir, 32 klaversonatir og 16 strúkikvartettir. Harumframt komponeraði hann kamartónleik, kórverk og sangir.
 
Beethoven varð føddur i [[Bonn]], sum var høvuðsstaður í Kurfúrstadøminum [[Köln]] í tí Týsk-rómverska Ríkinum. Beethoven vísti at hann hevði góðar tónleikagávur longu sum smádrongur og fekk undirvísing av pápa sínum, Johann van Beethoven, og av Christian Gottlob Neefe. Hann búði tey fyrstu 22 árini í Bonn, síðan flutti hann til [[Wien]], har hann byrjaði tónleikastudiir hjá [[Joseph Haydn]]. Í Wien uppnáddi hann skjótt at fáa viðurkenning sum opnåede klavervirtuos. Hann búði í Wien til sín deyða. Umleið ár 1800 versnaði hoyrn hansara, og tey seinastu tíggju árini av lívinum var hann nærum heilt deyvur. Hann gavst við at stjórna orkestrum og við at geva almennar konsertir, men bleiv tó við at komponera tónleik, nógv av hansara best umtóktu verkum eru frá hesi tíðini.