Munurin millum rættingarnar hjá "Senatið í USA"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q66096 (translate me)
Sweeper (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:United_States_Capitol_-_west_front.jpg|thumb|right|280px|Senatið heldur til í Capitol.]]
'''Senatið í USA''' ([[Enskt mál|enskt]]: '''United States Senate''') er tann eini helmingurin av tí føderala lóggevandi tinginum, sum er [[Kongressin í USA|Kongressin]]. Hin helmingurin er [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] (House of Representatives). Hvør einstakur av teimum statunum í USA hava tveir senatorar. Annað hvørt ár stendur ein triðingur av senatorunum fyri vali, og tí varir eitt valtíðarskeið í seks ár. Upprunaliga vóru senatorarnir tilnevndir av lóggevandi tinginum í teirra statum, men síðan 1913 hevur amerikanska grundlógin kravt beinleiðis val. Senatið hevur umframt vanligt lógararbeiði ábyrgdina av at undirskriva ella at vraka altjóða sáttmálar, sum USA ger við aðrar tjóðir, og hevur ábyrgdina fyri at góðkenna ráðharrar, umboðsmenn (ambassadørar) og dómarar, sum eru tilnevndir av forsetanum.
 
Senatið hevur eins og øll [[Kongressin í USA|kongressin hjá USA]] bústað í [[Capitol-bygningurin|Capitol-bygninginum]] í [[Washington, D.C.]]. Varaforsetin í USA er formaður fyri Senatið. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, tá atkvøtt verður, so kann hansara atkvøða gerast tann avgerandi. Í verandi Senati, hava [[Demokratiski Flokkurin|demokratarnir]] meiriluta við 59 limum, meðan [[Republikanski Flokkurin|republikanararnir]] hava 41 limir. Harry Reid (D), Senatorur, er meirilutaleiðari, og Mitch McConnell (R), senator, er minnilutaleiðari. Tveir limir eru uppstillaðir og valdir sum uttanveltaðir, men hoyra de facto til demokratarnir.