Munurin millum rættingarnar hjá "Brunei"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Sweeper (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Brunei_on_the_globe_(Southeast_Asia_centered).svg|thumb|right|220px|Landið er lítið og fevnir um áleið 5765 km².]]
'''Brunei''' ([[Maleisiskt mál|maleisiskt]]: ''Negara Brunei Darussalam'') liggur í landsynningshorninum av [[Ásia]]. Brunei hevur bara mark við [[Maleisia]]. Inni í landspartinum Sarawak á [[Borneo]] í [[Maleisia]] er lítla landið Brunei. Inni í landinum er [[regnskógur]]; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá [[Sjórænarar|sjórænarum]]; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.
 
Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu [[Moskur|mosku]] í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.