Munurin millum rættingarnar hjá "Landsstýrismaður"

Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
Ein '''landsstýrismaður''' (ella '''landsstýrisfólk''' ella '''landsstyriskvinna''') er ein ráðharri í [[Føroya Landsstýri|landsstýrinum]], ið er føroyska stjórnin. Landsstýrismenn verða tilnevndir av [[Løgmaður|løgmanni]], ið er ovasti leiðarin fyri landsstýrinum.
 
Í mun til landsstýrisfólkini, ið verða tilnevnd av løgmanni, so er tað [[Løgtingið]], ið velur løgmann. Landsstýrið er sostatt samansett av løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið løgmaður hevur tilnevnt. Sambært [[Stýrisskipan føroya]] ''skal'' løgmaður velja minst tveir landsstýrismenn í landsstýrið.<ref>[http://www.logir.fo/foldb/llofo/1994/0000103.htm Stýrisskipan Føroya § 27-28]</ref> Hvørki løgmaður ella landsstýrismenn hava atkvøðurætt í løgtinginum, men hava, eins og løgtingslimir, rætt at leggja fyri løgtingið uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmælir ella løgtingssamtyktir<ref>[http://www.logir.fo/foldb/llofo/1994/0000103.htm Stýrisskipan Føroya § 14-15]</ref>.