Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
Linja 28:
*[[28. mai]] - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi við flokksformonnunum [[Høgni Hoydal|Høgna Hoydal]] úr [[Tjóðveldi]], [[Aksel V. Johannesen]] úr Javnaðaflokkinum, [[Kári P. Højgaard|Kára P. Højgaard]] úr Sjálvstýrisflokkinum og [[Poul Michelsen]] úr [[Framsókn]], løgdu fram misálit á [[Jørgen Niclasen]] úr Fólkaflokkinum, sum var fíggjarmálaráðharri. Misálitið kom eftir at tað sonevnda Tollmálið í longri tíð hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Fjølmiðlar settu ljós á, hvat ið var farið fram fyri meira enn 20 árum síðan, tá Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. NIclasen í Sørvági og seldi ótollaða vøru. Misálið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti. Tríggir samgongulimir atkvøddu tó fyri uppskotinum, teir vóru sambandsmenninir [[Reimund Langgaard]] og [[Helgi Abrahamsen]] og formaður Miðfloksins [[Jenis av Rana]].
=== Juni ===
*Í juni 2014 kom ein hópur av Seashepherd fólkum til Føroya fyri at forða føroyingum í at drepa grind, hetta gjørdu tey við átakinum ''Grindstop 2014''.
*[[11. juni]] - Avtað um sildakvotu kom í lag millum Føroyar og [[ES]], og [[Maria Damanaki]] fiski- og vinnumálakommiserur kunngjørdi, at ES nú fór at enda handilsboykottið móti Føroyum, sum hevði vart síðan [[28. august]] [[2013]]. Sum partur í nýggju semjuni lovaði [[Jacob Vestergaard]], fiskimálaráðharri Føroya, at Føroyar fóru at taka aftur stevningina í [[WTO]] móti ES.
* [[16. juni]] - [[Jørgen Niclasen]], landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur hin 16. juni 2014, umvegis [[Christian F. Andreasen]], advokat, stevnt [[Dia Midjord]], stjóra fyri [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]], [[Liljan Weihe|Liljuni Weihe]], tíðindaleiðara fyri Kringvarp Føroya, [[Jan Lamhauge]], tíðindamanni hjá Kringvarpi Føroya og [[Sveinur Tróndarson|Sveini Tróndarson]], tíðindamanni fyri ærumeiðing. Hann ákærir tey fyri at hava sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær. Tað eru skuldsetingarnar um, at Jørgen Niclasen skal hava snýtt landskassan fyri hundraðtals túsund krónir, at hann skal hava svikað í tolli og tilvitað brotið tolllógina, og at hann skal tilvitað hava áført landskassanum tap, sum Jørgen vil hava dómsvaldið at døma tey fyri.