Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
Linja 27:
*[[25. mai]] - [[Arne Vatnhamar]] kom sum fyrsti føroyingurin nakrantíð upp á [[Mount Everest]], sum er heimsins hægsta fjall.
*[[28. mai]] - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi við flokksformonnunum [[Høgni Hoydal|Høgna Hoydal]] úr [[Tjóðveldi]], [[Aksel V. Johannesen]] úr Javnaðaflokkinum, [[Kári P. Højgaard|Kára P. Højgaard]] úr Sjálvstýrisflokkinum og [[Poul Michelsen]] úr [[Framsókn]], løgdu fram misálit á [[Jørgen Niclasen]] úr Fólkaflokkinum, sum var fíggjarmálaráðharri. Misálitið kom eftir at tað sonevnda Tollmálið í longri tíð hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Fjølmiðlar settu ljós á, hvat ið var farið fram fyri meira enn 20 árum síðan, tá Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. NIclasen í Sørvági og seldi ótollaða vøru. Misálið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti. Tríggir samgongulimir atkvøddu tó fyri uppskotinum, teir vóru sambandsmenninir [[Reimund Langgaard]] og [[Helgi Abrahamsen]] og formaður Miðfloksins [[Jenis av Rana]].
=== Juni ===
*[[11. juni]] - Avtað um sildakvotu kom í lag millum Føroyar og [[ES]], og [[Maria Damanaki]] fiski- og vinnumálakommiserur kunngjørdi, at ES nú fór at enda handilsboykottið móti Føroyum, sum hevði vart síðan [[28. august]] [[2013]]. Sum partur í nýggju semjuni lovaði [[Jacob Vestergaard]], fiskimálaráðharri Føroya, at Føroyar fóru at taka aftur stevningina í [[WTO]] móti ES.
 
=== Ítróttur í 2014 ===