Munurin millum rættingarnar hjá "Koltur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
myndir
Linja 11:
}}
 
'''Koltur''' liggur í ein útnyrðing stutt frá [[Hestoy|Hesti]], sum er minsta bygda [[oyggjar í Føroyum|oyggj í Føroyum]], 2,3 km² til víddar. 21 fólk býr fast alt árið í Koltri og hevur gjørt tað síðani 1997. Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni hjá [[Atlantsflog]]. Hon flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Hesar dagar ber til at koma til [[Tórshavn|Havnar]] og aftur sama dag. Til ber at sigla til Kolturs, men av tí at atløguviðurskiftini eru sera vánalig, er tað ikki gjørligt at koma við báti higar uttan í góðum líkindum, tá tað er kyrt. Onki alment ferðasamband er sjóvegis. Koltur er eitt serliga náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum.
 
Har býr bert ein familja, sum hevur oynna í festi frá tí almenna. Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur. Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum ''koltr'', ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir. Upprunaliga hevur oyggin verið ein garður, men hann er býttur í tveir garðar tíðliga í tíðini, og soleiðis eru komnir tveir býlingar. Tann upprunaligi eitur ''Heimi í Húsi'', og hin yngri ''Norðuri í Gerðum''. Seinri fóru hesir garðar aftur sundur, soleiðis at tað vórðu 4 garðar. Fólkatalið vaks og var um 50, tá ið tað var uppá tað mesta. Bóndahjúnini, sum nú eru, búgva ''Norðuri í Gerðum'', og við hjálp av peningaligum stuðli frá almennum og privatum peningastovnum og grunnum er sett í verk eitt arbeiði at seta tann eldra býlingin, ''Heimi í Húsi'', í upprunaligan stand við sethúsum og úthúsum. Ætlanin við hesum er at varðveita ein gamlan føroyskan býling.
 
== SlóðirMyndir ==
<gallery>
 
Mynd:Koltur_7_June_2014.JPG|Koltur og býlingurin Norðuri í Gerðum í 2014
* [http://www.koltur.com koltur.com - forsíða]
Mynd:Koltur_Faroe_Islands_Heima_%C3%AD_H%C3%BAsi.JPG|Gamli býlingurin Heima í Húsi, har fleiri av bygningunum eru blivin umvældir til tað upprunaliga.
Mynd:Koltur_View_towards_North_June_2014.JPG|Útsýnið móti norði av syðra fjallinum í Koltri, ið er 101 metrar høgt.
Mynd:Koltur_2014_view_towards_south_and_Hestur.JPG|Útsýnið móti syðra parti av Koltri, har Kolturstangi er. Hestoyggin sæst longri suðuri.
Mynd:Koltur_Faroe_Islands_the_West_Cost.JPG|Vestursíðan á Koltri
</gallery>
 
== Sí eisini ==
 
* myndafrásøgn í Magn, nr. 5, mai 1979
 
== Slóðir ==
{{commons|Koltur}}
* [http://www.koltur.com koltur.com - forsíða]
 
{{Fyrimynd bólkur
Line 27 ⟶ 36:
| listi ={{Oyggjar}}
{{Tórshavnar Komuna}}}}
 
 
[[Bólkur:Koltur|*]]