Munurin millum rættingarnar hjá "Ólavur Frederiksen"

føroyskur myndamaður
Content deleted Content added
nýggj grein
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 4. jun 2014 kl. 07:17

Ólavur Frederiksen (føddur 1970 í Tórshavn)[1] er ein føroyskur myndamaður. Hann er útbúgvin elektikari og grafiskur prentari, men hevur altíð havt stóran áhuga í myndatøku. Seinastu árini hevur meira ella minni starvast fulla tíð sum myndamaður. Myndir hansara hava verið at sæð í fleiri ymiskum ferðavinnubókum og tíðarritum kring heimin, og hava eisini prýtt føroysk frímerki. Í 2014 útgav hann sína fyrstu myndabók við heitinum 150 impressions from the Faroe Islands.

Bókaútgávur

  • 2014 - 150 impressions from the Faroe Islands[2]

Keldur

  1. Faroephoto.com
  2. Aktuelt.fo, Nýggj bók: 150 myndir ið tala fyri seg, Skrivað hevur: Snorri Brend, 27. mai 2014.

Slóðir úteftir