Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

s
(2013)
* [[18. apríl]] - [[Høgni Egilstoft Nielsen]] úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara [[Rógvi Egilstoft Nielsen]] gjørdist nummar tvey, meðan [[Hans Kristian Simonsen]] gjørdist nummar trý.
 
== Hendingar í 2013 ==
* [[15. apríl]] - [[Bumbuatsókn í Boston|Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd]]. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
* [[17. mai]] - [[Jacob Vestergaard]], landsstýrismaður í fiskimálum, fær handa ætlanarskriv frá ES um ætlaðar handilsforðingar móti Føroyum.
* [[28. desember]] - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]] onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin [[4. januar]] [[2014]] kl. 13.44.
 
=== Mentan í 2013 ===
==== Mentanarvirðislønir ====
* [[19. september]] - [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] og [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]] vóru handaðar. [[Katrin Ottarsdóttir]] fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið ''Eru koparrør í himmiríki?'', [[Poul Jespersen]] fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri skúlabókina ''Rúmdin''. [[Turið Sigurðardóttir]] fekk virðislønina fyri Annað mentanarligt avrik, fyri hennara arbeiði við at týða bøkur til føroyskt. [[Rakel Helmsdal]] og [[Hilmar Joensen]] fingu [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]].
* [[11. desember]] - [[Dávur Djurhuus]] fekk føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin ''Terminal'', meðan [[Jónfinn Stenberg]] fekk Áskoðaravirðislønina fyri filmin ''Munch''.
 
=== Ítróttur í 2013 ===
 
==== Fótbóltur ====