Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
s EileenSanda moved page Núverandi hendingar to Wikipedia:Núverandi hendingar: Tann danska greinin eitur byrjar við Wikipedia: so tað eigur henda nokk eisini at gera.
2013
Linja 7:
*Framtíðar hendingar verða ikki tiknar við her.
 
== Hendingar í 2014 ==
=== Januar ===
* [[4. januar]] - Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av [[Eysturoy]]nni og aðrar staðir har um leiðir, fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]], sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin [[28. desember]] [[2013]]. Roknað var við, at Rani var við í bilinum sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar úr Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44 og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Tyrla luttók eisini í leitingini.
Linja 78:
==== Talv ====
* [[18. apríl]] - [[Høgni Egilstoft Nielsen]] úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara [[Rógvi Egilstoft Nielsen]] gjørdist nummar tvey, meðan [[Hans Kristian Simonsen]] gjørdist nummar trý.
 
== Hendingar ==
* [[15. apríl]] - [[Bumbuatsókn í Boston|Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd]]. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
* [[17. mai]] - [[Jacob Vestergaard]], landsstýrismaður í fiskimálum, fær handa ætlanarskriv frá ES um ætlaðar handilsforðingar móti Føroyum.
* [[28. august]] - Handilstiltøk hjá ES mótvegis Føroyum sett í gildi. Danskar havnir og aðrar ES havnir blivu stongdar fyri føroyskum skipum við sild og makreli og allur innflutningur av sild og makreli úr Føroyum er bannaður.
* [[5. september]] valdi løgmaður, [[Kaj Leo Johannesen]], at loysa [[Kári P. Højgaard|Kára P. Højgaard]] úr starvinum sum innlendismálaráðharri, eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóðst eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum, ið komu út til fjølmiðlarnar.
* [[2. november]] - [[Gerhard Lognberg]] varð koyrdur úr [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkinum]].
* [[20. november]] - Ein 61-ára gamal maður í Havn varð funnin deyður, hann varð myrður. Ein 68-ára gamal maður varð skuldsettur fyri morðið.
* [[26. november]] - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá [[Bjarni Mikkelsen]], lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. [[Bjarki Thomsen]], sum starvast hjá [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]] tók uppá film, sum seinni sama dag varð vístur í [[Dagur og vika|Degi og viku]] og lagdur á heimasíðuna hjá Kringvarpinum sama kvøld. Filmsbrotið ferðaðist kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
* [[14. desember]] og [[15. desember]] - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
* [[28. desember]] - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]] onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin [[4. januar]] [[2014]] kl. 13.44.
 
=== Mentan ===
==== Mentanarvirðislønir ====
* [[19. september]] - [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] og [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]] vóru handaðar. [[Katrin Ottarsdóttir]] fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið ''Eru koparrør í himmiríki?'', [[Poul Jespersen]] fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri skúlabókina ''Rúmdin''. [[Turið Sigurðardóttir]] fekk virðislønina fyri Annað mentanarligt avrik, fyri hennara arbeiði við at týða bøkur til føroyskt. [[Rakel Helmsdal]] og [[Hilmar Joensen]] fingu [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]].
* [[11. desember]] - [[Dávur Djurhuus]] fekk føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin ''Terminal'', meðan [[Jónfinn Stenberg]] fekk Áskoðaravirðislønina fyri filmin ''Munch''.
 
=== Ítróttur ===
 
==== Fótbóltur ====
*[[4. apríl]] - [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]] - [[Montenegro]] 3-3 (kvinnur), málini hjá Føroyum gjørdu [[Heidi Sevdal]] (2) og [[Íðunn Magnussen]] (1).
*[[6. apríl]] - [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]] - [[Litava]] 1-0 (kvinnur), málið hjá Føroyum gjørdi [[Rannvá B. Andreassen]]
*[[9. apríl]] - [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]] - [[Georgia (land)|Georgia]] 2-1 (kvinnur), málini hjá Føroyum gjørdi [[Heidi Sevdal]].
 
==== Svimjing ====
*[[14. desember]] - [[Pál Joensen]] vann silvur á 1500 metrar frí á [[2013 EM í svimjing á stuttgeil (25 m)|EM á stuttgeil 2013]] í [[Herning]].
 
==== Renning ====
*[[31. oktober]] til [[5. november]] rann tá 50-ára gamli [[Marlon Kjærbo]] 133 km úr [[Klaksvík]] til [[Vágur|Vágs]], har hann vitjaði allir kappingarhylar í Føroyum, tók nakrir dropar úr hvørjum hyli, sum hann so skal stoyta í langhylin í Vági, sum væntandi skuldi byggjast liðugt í 2014. Talan var um stuðulsrenning. Marlon er formaður fyri Suðuroyar Svimjifelag (Susvim).
*[[13. desember]] - [[Pól Sundskarð]] rann 118 km úr [[Gásadalur|Gásadali]] til [[Viðareiði]]s, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin. Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum.
 
 
[[Bólkur:{{CURRENTYEAR}}]]
[[Bólkur:2013]]