Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

hendingar í 2014
s (EileenSanda moved page Tíðindi to Núverandi hendingar: Flutti hesa av misgáum til Tíðindi frá Núverandi hendingar, veður nú flutt aftur til Núverandi hendinga)
(hendingar í 2014)
Her kanber lesasttil ogat skrivastlesa um '''núverandi hendingar'''.
Minst til at slóða til greinir á Wikipedia, tá tú skoytir eina hending uppí.
Nýt vinarliga ta lítlu ''rætta'' slóðina høgru megin, tá tú skalt rætta.
 
== Mannagongdir ==
[[Bólkur:{{CURRENTYEAR}}]]
*Her kan lesast og skrivast um aktuellar hendingar.
*Minst til at slóða til greinir á Wikipedia, tá tú skoytir eina hending uppí.
*Nýt vinarliga ta lítlu ''rætta'' slóðina høgru megin, tá tú skalt rætta.
 
== Hendingar ==
[[fiu-vro:Miä sünnüs]]
=== Januar ===
[[pap:Eventonan aktual]]
* [[4. januar]] - Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av [[Eysturoy]]nni og aðrar staðir har um leiðir, fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]], sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin [[28. desember]] [[2013]]. Roknað var við, at Rani var við í bilinum sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar úr Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44 og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Tyrla luttók eisini í leitingini.
[[pt:Jornalismo#Notícia]]
* [[10. februar]] - [[Lisbeth L. Petersen]], fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, boðaði frá alment, at hon hevði meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí hon var ónøgd við fleiri viðurskifti, og at hon kendi so illa sín flokk aftur. Eitt nú meinti hon ikki, at ein maður sum hevur snýtt í tolli, skal vera landsstýrismaður.
=== Februar ===
* [[10. februar]] - [[Gerhard Lognberg]] gjørdist limur í [[Sambandsflokkurin|Sambandsflokkinum]], eftir at hann hevur verið uttanflokka tingmaður í gott tríggjar mánaðar síðan Javnaðarflokkurin avgjørdi at koyra hann úr flokkinum. Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingfólk, so nógv tingfólk hevði hann ikki havt síðan 1932.
* [[14. februar]] - Føroyski stuttfilmurin ''[[Vetrarmorgun]]'', sum [[Sakaris Stórá]] úr Skopun hevur leikstjórnað, vann altjóða filmsvirðisløn á Berlin Filmfestivalinum 2014 í bólkinum ''GENERATION 14PLUS'', virðislønin verður á enskum nevnd ''The Special Prize of the Generation 14plus International Jury'' og var á 2500 Evro (umleið 18.000 krónur). [[Ingun í Skrivarastovu]] framleiddi filmin, [[Mikael Blak]] og [[Hanus G. Johansen]] gjørdu tónleikin, høvuðsleiklutirnir spældu [[Armgarð Mortensen]] og [[Helena Heðinsdóttir]].
* [[15. februar]] - Sjónleikurin ''Tóm rúm'' varð frumframførdur á [[Tjóðpallur Føroya|Tjóðpalli Føroya]]. [[Marjun Syderbø Kjelnæs]] skrivaði leikhandritið, [[Eyðun Johannessen]] leikstjórnaði, tey leikandi vóru eitt nú: [[Annika Johannessen]], [[Annika Hoydal]], [[Annfinnur Heinesen]], Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Tónleikin hevur [[Tróndur Bogason]] gjørt, sangin hava [[Eivør Pálsdóttir]] og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn. [[Vígdis Hentze Olsen]] stóð fyri koreografiini.
*[[25. februar]] - Eitt óhapp hendi í Klaksvík. Slættaberg sigldi á Ågot, sum lá við bryggjuna við Norðborg við fullari last. Ongin persónskaði hendi. Ågot fór at leka illa, men tað eydnaðist at tetta lekan. Ågot og Slættaberg blivu liggjandi í nakrar dagar, har Slættaberg hevði stevni inni í lastini á Ågot, men dagin eftir eydnaðist tað at fáa skipini leys av hvørjum øðrum. Ågot bleiv seinni sleipaður til bedingina hjá Klaksvíkar Skipasmiðju.
=== Mars ===
*[[1. mars]] - 22 ára gamli pianisturin [[Mattias Kapnas]] vann fyrstu [[Stella Polaris tónleikakappingin]]a, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25.000 krónur, onnur á 10.000 krónur og triðja virðislønin er á 5.000 krónur. Eisini vóru virðislønir lætnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov varð nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
*[[12. mars]] - [[ES]], [[Norra]] og [[Føroyar]] undirskrivaðu avtalu um at skipa fiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum í fimm ár. Føroyar fingu 12,6 prosent av heildarkvotuni, sum svaraðu til 156 túsund tons.
*[[28. mars]] - [[Mikkalina Norðberg]] vald sum ársins íverkseti á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn.
=== Apríl ===
* [[4. apríl]] - Tey fýra sløgini hjá føroysku fyritøkuni Dism fingu øll heiðursmerkir á World-Spirits Awards 2014 í Eysturríki. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti.
* [[10. apríl]] - Løgtingið samtykti einmælt uppskotið um at stovna eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka [[Eysturoyartunnilin]] og [[Sandoyartunnulin]]. Tunnlarnir verða mettir at kosta góðar tvær milliardir krónur. Eysturoyartunnulin eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnulin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur. Sambært uppskotinum verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Eysturoyartunnulin verður bygdur fyrst.
* [[16. apríl]] - Suðurkoreanska ferðmannaskipið Sewol við 476 fólkum umborð sakk 2,7 kilometrar frá Seogeochado-oynni í [[Suðurkorea]]. 325 av ferðafólkunum vóru 16-17 áragamlir skúlanæmingar, ið vóru á veg til oynna Jejo-do á eina 4-daga langa skúlaútferð. 150 fólk eru deyð, 152 ferðafólk eru ikki funnin eina viku eftir vanlukkuna og 174 fólk eru bjargaði á lívi.
=== Mai ===
*[[25. mai]] - [[Arne Vatnhamar]] kom sum fyrsti føroyingurin nakrantíð upp á [[Mount Everest]], sum er heimsins hægsta fjall.
*[[28. mai]] - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi við flokksformonnunum [[Høgni Hoydal|Høgna Hoydal]] úr [[Tjóðveldi]], [[Aksel V. Johannesen]] úr Javnaðaflokkinum, [[Kári P. Højgaard|Kára P. Højgaard]] úr Sjálvstýrisflokkinum og [[Poul Michelsen]] úr [[Framsókn]], løgdu fram misálit á [[Jørgen Niclasen]] úr Fólkaflokkinum, sum var fíggjarmálaráðharri. Misálitið kom eftir at tað sonevnda Tollmálið í longri tíð hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Fjølmiðlar settu ljós á, hvat ið var farið fram fyri meira enn 20 árum síðan, tá Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. NIclasen í Sørvági og seldi ótollaða vøru. Misálið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti. Tríggir samgongulimir atkvøddu tó fyri uppskotinum, teir vóru sambandsmenninir [[Reimund Langgaard]] og [[Helgi Abrahamsen]] og formaður Miðfloksins [[Jenis av Rana]].
 
=== Ítróttur í 2014 ===
* [[7. januar]] - [[Vetrar-OL 2014|Vetrar-OL í Sotsji]] í Russlandi er byrjað.
* [[2. februar]] - [[NFL-finalan]] í East Rutherford, [[New Jersey]]. Seattle Seahawks vann finaluna við 43-8 ímóti Denver Broncos.
 
==== Fótbóltur, menn ====
*[[1. mars]] - [[Gibraltar]] - [[Føroyska fótbóltsmanslandsliðið|Føroyar]] 1-4. Málini hjá Føroyum gjørdu: [[Jóan Símun Edmundsson]], [[Christian Lamhauge Holst]], [[Hallur Hansson]] og [[Christian Lamhauge Holst]].
 
==== Fótbóltur, kvinnur ====
* [[5. apríl]] - [[Føroyska kvinnulandsliðið]] skrivaði søgu, tá tær spældu javnleik 1-1 á Tórsvølli móti Bosnia/Hersigovina og harvið fingu fyrsta stigið nakrantíð í einari HM-undankapping. [[Eyðvør Klakstein]] gjørdi málið hjá Føroyum í 78. minutti.
* [[10. apríl]] - [[Føroyska kvinnulandsliðið|Føroyar]] - Norðurírland 0-0. Dysturin varð leiktur á Tórsvølli.
 
==== Hondbóltur ====
* [[8. januar]] - [[Kyndil]] vann báðar steypafinalurnar í hondbólti. Kvinnurnar vunnu 19-14 móti Neistanum og menninir vunnu 22-20 móti KÍF.
* [[19. apríl]] - [[Kyndil]] vann finaluna hjá kvinnum móti [[VÍF]], tær vunnu 14-12, meðan [[KÍF]] vann finaluna hjá monnum móti [[VÍF]] við 27-26 sigri.
*[[25. mai]] - Føroyar U20 hondbóltslandsliðið hjá monnum vann finaluna í European IHF Trophy hondbóltskappingini í Andorra. Føroyar vunnu 34-25 móti [[Georgia (land)|Georgia]].
 
==== Svimjing ====
* [[7. mars]], [[8. mars]] og [[9. mars]] luttók [[Krista Mørkøre]] á Danish Open 2014 fyri svimjarar ið bera brek, og har vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu heiðursmerki og setti 7 persónlig met.
* [[27. mars]] - [[Pál Joensen]] vann silvur í 400 m frí á langgeil á Danish Open við tíðini 3:51.45.
* [[29. mars]] [[Cecilia Wigant Eysturdal]] setti nýtt føroyskt met í 1500 m frí á langgeil við tíðini 17:51.83 á Danish Open.
* [[30. mars]] - [[Pál Joensen]] vann gull á Danish Open á langgeil í 1500 m frí við tíðini 15:12.20 min.
* [[30. mars]] - [[Magnus Jákupsson]] vann gull á Danish Open á langgeil í 50 m rygg við tíðini 26.32 sek.
* [[30. mars]] - [[Óli Mortensen]] úr Havn (føddur 1996) svam á Danish Open 1500 m frí við tíðini 15:59.02 min., sum var nýtt føroyskt juniormet, hann svam næstskjótast í riðlinum. Hann átti sjálvur gamla metið á 16:08.20. Í 1500 frí er beinleiðis finala, tvs. teir sum hava bestu tilmeldingartíðir svimja í skjótasta riðli sum nevnist beinleiðis finala, har eru 8 pláss. Óli svam ikki í skjótasta riðlinum, men hann svam somikið skjótt, at hann gjørdist nummar 6 av øllum.
* [[30. mars]] - [[Astrið Foldarskarð]] svam 50 m firvald á Danish Open við tíðini 28.29, sum var nýtt føroyskt met
* [[12. apríl]] - [[Pál Joensen]] vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
* [[18. mai]] - FM í svimjing varð hildið í Havn. Ársins svimjari hjá monnum varð [[Pál Joensen]], ársins svimjari hjá kvinnum var [[Emma Festirstein Nystrøm]]. Pál Joensen fekk flest FINA stig, 823 stig í 800 m frí. [[Sára R. Nysted]] varð kosin ársins stjørnuskot hjá kvinnum, meðan [[Róland Toftum]] varð kosin ársins stjørnuskot hjá monnum. Trý føroysk met vóru sett, [[Ásbjørg Hjelm]], [[Emma Festirstein Nystrøm]] og [[Susvim]] Harrar settu metini.
 
==== Renning ====
* [[29. mars]] - [[Valborg Heinesen]] setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn, tá hon kom á mál við tíðini 1.21.19. Samlað gjørdist Valborg nummar 94 av fleiri enn 8.000 kvinnum og nummar fýra í sínum bólki kvinnur 25-29 ár.
* [[29. mars]] - [[Marnar Djurhuus]] setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn. Hann tók 25-ára gamla metið hjá Absalon Hansen.
 
==== Innirógving ====
* [[12. apríl]] - Havnamaðurin [[Martin Berg]] gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.
 
==== Borðtennis ====
* [[4. mai]] - [[Henrietta Nielsen]], [[Anna Mikkjalsdóttir]] og [[Durita F. Jensen]] luttóku í HM-kapping í borðtennis fyri lið í japanska høvuðsstaðnum, [[Tokyo]]. Tær endaðu nummar 77 út av 96 luttakandi londum. Henrietta Nielsen, sum spælir við týska Flensborg TSB, vann sjey dystir. 15 ára gamla Durita F. Jensen vann tveir dystir, meðan eitt ár eldri Anna Mikkjalsdóttir ongan dyst vann, men tó var ógvuliga tætt við. Hetta var fyrstu ferð, at Durita og Anna vóru við í HM.
* [[12. apríl]] - Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
* [[12. apríl]] - Fróði F. Jensen úr [[Tvøroyrar Borðtennisfelag]] vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.
 
==== Judo ====
* [[12. apríl]] - [[Regin á Rógvi]] úr [[Sunda Judofelag]] vann FM hjá ungum monnum. Hann vann finaluna á Ari Johannesen úr Havnar Judofelag.
* [[12. apríl]] - [[Petur Sigurd Johannesen]] úr Sunda Judofelag vann føroyameistaraheitið hjá monnum móti Edvardi Johannesen, úr Sunda Judofelag.
 
==== Badminton ====
* [[12. apríl]] - [[Nicolaj Gunnarstein]] vann FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vann 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
* [[12. apríl]] - [[Rannvá Carlsson]] er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
* [[19. mai]] - Mona Mikkelsen og Jensa Jacobsen úr Syðrugøtu vunnu gull og silvur á Danish Open í badminton fyri juniorar í Farum. Tær luttóku í A-rekkjuni, sum er triðbesta deildin fyri juniorar í Danmark.
 
==== Talv ====
* [[18. apríl]] - [[Høgni Egilstoft Nielsen]] úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara [[Rógvi Egilstoft Nielsen]] gjørdist nummar tvey, meðan [[Hans Kristian Simonsen]] gjørdist nummar trý.
 
[[Bólkur:{{CURRENTYEAR}}]]