Munurin millum rættingarnar hjá "Føroysk Wikipedia"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
dagføring
Linja 1:
[[Mynd:Faroese Wikipedia frontpage on 17 March 2013.png|250px|thumbnail|Forsíðan á føroysku Wikipediu, sum hon sá út 17. mars 2013]]
'''Føroysk Wikipedia''' er tann [[Føroyskt mál|føroyskmæltað]] útgávan av tí alheimsfevnandi [[alfrøði]]-verkætlanini [[Wikipedia]]. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum [[Brúkari:Arne List|Arne List]], sum upprættaði eina grein um [[Føroyar]]. Tríggjar vikur seinni, hin [[20. juni]] [[2004]], varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum [[Brúkari:Quackor|Quackor]] og pr. 6. april 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú '''{{NUMBEROFARTICLES}}''' greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi).
 
Hin 29. mai 2014, dagin fyri 10-ára stovningardagin hjá føroysku Wikipediu, var grein nummar 10.000 skrivað, tað var greinin um [[Reimund Langgaard]], sum er [[Løgtingslimir í Føroyum 2011–2015|løgtingslimur]] fyri Sambandsflokkin. Dagin fyri at greinin varð skrivað, gjørdi hann vart við seg við at gera ímóti boðunum frá floksformanni sínum, sum eisini var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, og atkvøddi fyri einum uppskoti frá andstøðuni um eitt misálit á [[Jørgen Niclasen]], fíggjarmálaráðharra. Uppskotið fall tó við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti.
 
[[Grønlendsk Wikipedia]] ([[:kl:]]) hevði í februar 2014 tilsamans 1 603 greinar, [[Donsk Wikipedia]] (da:) hevði tá fleiri enn 185 000 greinar. Í juni 2013 kom [[Svensk Wikipedia]] upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum.